2. lið byrjar at venja PDF Print E-mail
Fríggjadagur, 27 Januar 2012 22:08

Nú er "Meistardeildin" hjá ÍF byrja at venja aftur, og tað næsta á skránni er 2. liðið. Fyrsta venjing verður mikukvøldið 1. februar kl. 18.30 á vøllinum á Fløtugerði. Allir leikarar, ið ætla sær at leika í vaksnamannadeildunum hjá monnum í ÍF í ár, eru ótrúliga vælkomnir - jú fleiri, jú betri!

 

Vónandi verður uppmøtingin góð til fyrstu venjingina í nýggja árinum.

 

KOYR Á ÍF !!

 
"Meistaradeildin" venur aftur PDF Print E-mail
Týsdagur, 24 Januar 2012 18:00

Nýggi ÍF venjarin, Flemming Christensen, er komin til Fuglafjarðar. Hann og hjálparvenjarin, Bogi Lervig, eru farnir í gongd við fyrstu venjingarnar í árinum. Byrja var mánakvøldið 23. januar, og vant verður við fullum drøni líka til landskappingin byrjar, tann 25. mars. Venjararnir báðir eru sera spentir uppá uppgávuna, og leikararnir eru sera spentir uppá nýggja árið við nýggjum uppgávum fyri framman. Vant verður mánakvøld, týskvøld, hóskvøld og fríggjakvøld kl. 18.00 og leygardagar kl. 10.00, um onkur hevur hug at hyggja eftir onkrum av venjingunum hjá okkara røsku monnum. Meir verður at frætta seinni viðvíkjandi venjingardystir v.m.

 

KOYR Á ÍF !!

Seinast dagført Leygardagur, 28 Januar 2012 01:08
 
Eysturoyar Kappingin 2012 er klár PDF Print E-mail
Fríggjadagur, 06 Januar 2012 20:54

Eysturoyar Kappingin er vorðin ein afturvendandi kapping á hvørjum árið, har ÍF og 3 onnur eysturoyarlið møtast til eina innanhýsis kapping eitt vikuskiftið. Eysturoyar Kappingin 2012 verður í Fuglafirði leygardagin 3. mars og sunnudagin 4. mars. Liðini sum møtast í ár eru ÍF, Víkingur, NSÍ og B68. ÍF vann kappingina í 2010 og Víkingur vann kappingina í 2011. Lutakast um hvørji lið skulu møtast leygardagin 3. mars verður í februar mánaða, og verður lýst nærri her á heimasíðuni, so øll fáa møguleika fyri at luttaka til lutakastið.

 
Vit selja fýrverk! PDF Print E-mail

Aftur í ár selja vit fýrverk í gamla timburhandlinum í Fuglafirði. Vit hava hópin av alskins fýrverki til smá, ung og gomul.

Her eru tvær leinkjur til ein part av tí sum selt verður: http://www.voruhusid.fo/get.file?ID=8156 og http://www.voruhusid.fo/get.file?ID=8156

Upp- og afturlatingartíðir:

Týsdagin 27. desember: kl. 14.00 - 20.00
Mikudagin 28. desember: kl. 10.00 - 20.00
Hósdagin 29. desember: kl. 10.00 - 20.00
Fríggjadagin 30. desember: kl. 10.00 - 20.00
Nýggjársaftan: kl. 10.00 - 18.00

Hugna tær á nýggjárinum við vøkrum fýrverki, og stuðla samstundis fótbóltinum í Fuglafirði uppá ein góðan máta :-)

Gott nýggjár øll somul og takk fyri stuðulin

 
Bylgju Cup 2011 PDF Print E-mail

 

Bylgju Cup 2011

Hósdagin tann 29. desember skipar Bláa Bylgjan fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini, har meir enn 300 leikarar væntandi fara at kappast. Í 2010 vóru áleið 60 lið við ella umleið 300 leikarar, sum komu frá øllum landinum.

Read more...
 
« StartPrev12345678910NextEnd »

Page 1 of 48

Reyðakortið

 

 

Næsti dystur

Vit takka fyri í ár

og síggjast til komandi ár

Stigatalva

Vodafonedeildin
  MDP
B36273567
EBS273360
VÍK273159
NSÍ271141
27-234
B6827032
7 ÍF27-828
HB27-1026
07V27-3524
10 B7127-5511

Seinasta umfar

Vodafonedeildin
Ley, Oktober 22, 2011
ÍF - 07V 1 : 2
B36 - HB 3 : 2
B68 - EBS 3 : 2
- VÍK 1 : 4
B71 - NSÍ 1 : 3
Facebook Fanbox 1.5.x.0

 

 

Høvuðsstuðlar

Stuðlar


Powered by Joomla!. Designed by: Free Joomla Template, m6.net reviews. Valid XHTML and CSS.