|
Skrivað hevur Ólavur Larsen
|
|
Mikudagur, 16 Juni 2010 17:33 |
|
Byrjunaruppstilling, ÍF:
Jákup - Fritleif, Kaj, Høgni, Jan - Dánjal, Frank, Karl, Andy - Nenad, Øssur Bonkur: Eyðun, Uni, Ari og Sverri Skaðar: Poul, Áki, Alex, Rógvi, Rúni, Atli
Dómari: Lars Muller
5 min: Einki er hent enn
20 min: MÁÁÁÁÁL!!! 1-0 til ÍF eftir fríspark frá Karl Løkin úti í vinstru síðu. Karl skjýtur innfyri, okkurt bein kemur á bóltin á vegnum, men bólturin endar so í netinum!!!
23 min: Óli Olsen leggur ein bólt innfyri úr høgru, har stendur Ndende púra leysur, men skallar uppum!
26 min: Jan fær gult kort fyri at steðga einari kontrastøðu hjá B68
28 min: MÁÁÁÁÁL!!! 2-0 til ÍF!!! Øssur blívur spældur leysur í høgru, ger eina fintu og leggur síðan bóltin innfyri til ein púra blankan Nenad, sum setur innaru síðu á; 2-0!!
30 min: Øssur D. skallar uppum mál, nokkso nær við 3-0
36 min: Jóhan Petur Poulsen verður spældur leysur og skjýtur bóltin í málið, men Lars kolldømur málið, tí tað var offside.
Hálvleikur, 2-0 til ÍF (1-0 Karl, 2-0 Nenad): ÍF hevur verið betra liðið, men B68 hava havt nakrar royndir uppá mál alíkavæl. ÍF royna at spæla seg ígjøgnum í báðum síðum og upp ígjøgnum miðjuna, meðan B68 koyra langar bóltar og royna at sleppa ígjøgnum úti í teirra høgra síðu, t.v.s. hjá Jan. ÍF leikararnir hava verið væl upplagdir inntil víðari, so vit mugu bara vóna at teir vísa sama hugburð í seinna hálvleiki.
So verður klárt at byrja aftur um 2 min.
ÍF útskifting í hálvleikinum: Øssur fer út fyri Ari
51 min: 2-1 Remi Langaard. Málið kom eftir eina langa sending úr vinstru síðu, uppum ÍF verjuna, har Ndende líka prikar bóltin framvið Jákup og so setir Remi beinið á bóltin, og støðan er 2-1 til ÍF
58 min: 3-1 til ÍF!!! Andy tekur horna eftir handaru stong, har skallar Kaj bóltin innfyri aftur, og har skallar Høgni bóltin í mál til 3-1!!
65 min: B68 útskifting: Poul N. Poulsen út, Ahmed Keita inn
68 min: 4-1 til ÍF!!! Dánjal vinnur ein bólt frá Ndende aftanfyri miðjuna, rekur púra einsamallur í høgru síðu, umringaður av 3 B68 leikarum, steðgar á og leggur bóltin til Nenad, sum pløkkar bóltin út í síðunetið frá 25 metrum! Eitt fantastiska flott mál!!
69 min: B68 útskifting: Remi Langaard fer út fyri Jónleif Højgaard
70 min: ÍF útskifting: Frank fer út fyri Una
73 min: 4-2 Jónleif Højgaard skjýtur langskot sum snýtur Jákup, og so er 4-2
77 min: Høgni fær eitt ivasamt gult kort
87 min: Her brennur eitt sindur á ÍF málið í løtuni, men vit standa kompaktir og eru sterkir í kontra álopunum
90 min: Uni spælir Nenad púra leysan, men tað blívur ov spískt og Vlada fær tikið bóltin
90 min: Karl spælir Andy púra blankan, men hann skjýtur við síðunar av málinum
LIÐUGT 4-2!!! |
|
Seinast dagført Mikudagur, 16 Juni 2010 19:20 |
|
Bartal til ÍF í seinnu hálvu |
|
|
|
|
Skrivað hevur Ólavur Larsen
|
|
Mikudagur, 16 Juni 2010 09:31 |
|
ÍF og Bartal Eliasen hava gjørt avtalu árið út, við møguleika fyri at leingja um sáttmálan við einum árið.
Hetta eru vit sera errin um, tí Bartal er ein fyrimyndarligur leikari sum kann geva felagnum eina rúgvu, bæði á og uttanfyri vøllin.
Vit vilja ynskja Bartali vælkomnan aftur til Vodafoneliðið hjá ÍF, og ynskja honum góða eydnu í ÍF blusuni. |
|
Skrivað hevur Ólavur Larsen
|
|
Leygardagur, 12 Juni 2010 22:03 |
|
Byrjunaruppstilling hjá ÍF:
Jákup - Áki, Kaj, Høgni, Jan - Dánjal, Frank, Alex, Andy - Nenad, Øssur. Alex bleiv skaddur í fyrra hálvleiki, og inn fyri hann kom Karl. Í seinna hálvleiki kom Uni inn fyri Áka og Fritleif inn fyri Dánjal.
ÍF var leikliga omaná allan fyrra hálvleiki, og høvdu fleiri góðar møguleikar, men framman fyri málið vóru teir ikki ov farligir. EB/Streymur valdi at leggja seg longur aftur á vøllin og satsa uppá kontra, og teir høvdu fleiri góðar royndir í fyrra hálvleiki, men Jákup stóð stinnur har afturi. Sum hálvleikurin leið, væntaði man at ÍF fór at fáa mál, men í staðin kontraðu EB/Streymararnir og Gudmund kundi leggja bóltin í málið til 1-0. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan. ÍF'ararnir høvdu spælt so mikið væl í fyrra hálvleiki, at tað luktaði av einum aftursvarið í seinna hálvleiki, men tað gekk ikki long tíð áðrenn EB/Streymur enn einaferð fekk mál, og hesaferð var Arnbjørn málskorari. Eftir 2-0 málið, komu okkara menn slett ikki inn aftur í dystin, og endin var at Arnbjørn fekk eitt mál afturat, so endaliga støðan gjørdist 3-0 til EB/Streym. Dystirnir millum ÍF og EB/Streym plaga altíð at vera sera javnir, men hesaferð skuldi tað ikki ganga soleiðis.
Annars kann nevnast, at albogin hjá Alex fór úr lið í fyrra hálvleiki, so vit kunnu tíverri vænta at hann er úti restina av fyrru hálvu. Honum verður ynskt góðan betring.
Vit mugu bara uppá hestin aftur, og taka B68 á heimavølli komandi mikukvøld í Fuglafirði. Dysturin verður leiktur kl. 20.00.
KOYR Á ÍF!!! |
|
Seinast dagført Sunnudagur, 13 Juni 2010 16:09 |
|
Skrivað hevur Ólavur Larsen
|
|
Hósdagur, 10 Juni 2010 07:41 |
|
Eftir eitt sera flott avrik í Sarpugerði, kann staðfestast, at ÍF er í Steypafinaluni 2010.
Áðrenn dystin ímóti Víkingi týskvøldið, vóru ikki nógv ið væntaðu, at ÍF fór at standa sum finalistur í kappingini um Løgmanssteypið 2010. Víkingur vann fyrra dystin 1-2 í Fuglafirði, so ÍF leikararnir máttu fáa minst tvey mál, fyri at hava nakran møguleika fyri at koma í finaluna. Miðverjarnir seinastu dystirnar hjá ÍF, Poul og Kaj Ennigarð, vóru báðir leikbannaðir, so nógvar gitingar fóru eisini fram um, hvør mátti fara at byrja á teimum plássunum hendan dystin. Hetta var eisini tað sum flestu fuglfirðingar tosaðu um undan 1/2 finaluni, men Høgni meldaði seg kláran eftir skaða, og so gav Abraham hitt plássi til Una R. Petersen.
ÍF uppstilling: Jákup - Áki, Uni, Høgni, Jan - Dánjal, Alex, Frank, Andy - Nenad, Øssur. Fritleif og Karl vóru innskiftir í seinna hálvleiki fyri Alex og Frank.
Tá Lars Muller, dómari, floytaði dystin í gongd, var rómur í Sarpugerði og ÍF áskoðararnir sótu spentir og róptu á leikararnar. Eftir lítla løtu var mál til ÍF eftir deyðbóltsstøðu, har Høgni var hægstur og skallaði bóltin í málið, men Lars Muller kolldømdi málið, tí hann hevði sæð eitthvørt ólógligt inni í Víkingabrotsteiginum - ein ivasom avgerð. Eftir 24 minuttir verður Andy sendur avstað í vinstru síðu, hann ger fyrst eina innleggsfintu til vinstra bein, síðan høgra bein og so til vinstra bein aftur, trekkjur innlegskanónina upp og smekkar bóltin inn í brotsteigin, har Dánjal er hægstur og skallar bóltin í málið - 0-1 til ÍF og áskoðoðararnir eru á gosi!! Fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki, men ÍF hevði yvirtaki og bæði liðini høvdu sínar kjansir. ÍF byrjaðu eisini betri í seinna hálvleiki, men nú sóu Víkingarnir eitt sindur klárari út, tó bert í 90 minuttir, tí í 91. minutti fingu ÍF fríspark í høgru síðu. Andy var klárur at skjóta, men Áki tekur síðan eitt yvirlapp og forvirrar eitt sindur í Víkingaverjuni, Andy spælir til Áka sum driblar framvið Kaj Leo og leggur eitt innlegg við vinstra beinið, bólturin fer framvið fleiri leikarum í brotsteiginum, men Jan tekur síðan sakina í egnar hendur á "knæ'ar" bóltin uppum Geza og inn í málið - 0-2 og áskoðarafjøldin kókar sum ongantíð áður!! 3 minuttir seinni verður dysturin sløktur, tá Nenad driblar hegnisliga framvið Víkingaverjuni í vinstru síðu og leggur bóltin út til ein púra leysan Øssur, sum smekkar bóltin í kassan - 0-3!! Lars Muller floytar av beint eftir málið og ÍF er í Steypafinaluni!!!
Eftir dystin var ein sera óheppin støða, tá Pauli Jarnskor, hjálparvenjari hjá Víkingi, kom inn á vøllin og sparkaði eftir Andy. Pauli var óður inná Andy, tí hann metti at ÍF'arin hevði provokera Víkingaáskoðararnir eftir málini til 0-2 og 0-3. Hetta kundi elvt til stórt rok, men allir leikararnir vóru fyrimyndarligir og royndu heldur at steðga Paula, enn at fara í bardaga. Pauli hevur givið Andy og ÍF eina umbering fyri tað sum hann gjørdi, men tað kundi enda púra galið, um leikararnir høvdu verið heitari ella um Víkingavaktirnir ikki høvdu traðka til so skjótt sum teir gjørdu. Keðiligt at slíkar støður uppstanda allatíðina, og at man ikki fær gjørt nakað við tað, tá tað ikki er komi uppá band. Einki er útistandandi ímillum Paula, Andy, ÍF ella Víking, men slíkur atburður verður ikki góðtikin fleiri ferðir. Hetta er fari og vit kunnu øll hyggja frameftir.
Finalan í steypakappingini verður leikt ímillum ÍF - EB/Streym á Injector Arena í Klaksvík, fríggjadagin 6. august á Summarfestivalinum. Vit fara at gera okkurt stuttligt burturúr hesum, men tit frætta seinni um tað. |
|
Seinast dagført Fríggjadagur, 11 Juni 2010 20:32 |
|
|