| ÍF fótbóltur nýggja heimasíðu |
| Skrivað hevur Ólavur Larsen |
| Sunnudagur, 17 Januar 2010 17:00 |
|
Fótbóltsdeildin hjá Ítróttarfelag Fuglafjarðar hevur fingið nýggja heimasíðu Vit eru sera glað fyri, at kunna bjóða øllum fuglfirðingum, ÍF fjepparum og annars øllum sum hava áhuga í ÍF Fótbólti, at vera vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá okkum. Síðan oktober mánaða 2009, hava vit arbeitt við at gera nýggja heimasíðu, tí tann gamla síðan bleiv niðurløgd. Sum tit síggja, eru nøkur ting á síðuni sum ikki eru 100% dagførd enn, men vit meta at tað er betri at fáa heimasíðuna út, og so verður hon dagførd leypandi. Hetta ger tað eisini áhugavert, at hyggja inná síðuna hvønn dag, tí man kann vænta tíðindi ella broytingar alla tíðina. Nú er fótbólturin við at byrja aftur, og nógv er hent síðan fótbóltsárið 2009 var liðugt. Hetta koma tit eisini at frætta alt um á if.fo tær næstu vikurnar. Eisini verður nógv at frætta um venjingartíðir, venjarar og nógv annað viðvíkjandi fótbóltsárið 2010. Um tú hevur áhuga í, at hjálpa okkum við at skriva á if.fo og/ella hjálpa okkum við at skriva í leikskránni hjá Vodafonedeildini í ár, so ert tú meir enn vælkomin at senda ein teldupost á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it . Sum sagt, so eru vit sera fegin um nýggju heimasíðuna, og vónandi verður síðan væl móttikin. At enda vilja vit takka øllum, sum hjálptu til og stuðlaðu ÍF Fótbólti í 2009, og annars ynskja øllum eitt gott nýggjár. Við fótbóltskvøðu, Vegna ÍF nevndina Ólavur Larsen Formaður |
| Seinast dagført Hósdagur, 21 Januar 2010 00:10 |
Næsti dystur
| Mán, 13 Sep 2010 12:00 | ||
![]() NSÍ |
: | ![]() ÍF |
Stigatalva
| M | D | P | |||
| 1 |
| NSÍ | 20 | 21 | 40 |
| 2 |
| HB | 20 | 13 | 38 |
| 3 |
| EBS | 20 | 20 | 34 |
| 4 |
| VÍK | 20 | 12 | 34 |
| 5 |
| ÍF | 20 | 6 | 34 |
| 6 |
| B36 | 20 | 3 | 27 |
| 7 |
| B68 | 20 | -5 | 23 |
| 8 |
| B71 | 20 | -30 | 17 |
| 9 |
| FCS | 20 | -19 | 14 |
| 10 |
| AB | 20 | -21 | 11 |
Seinasta umfar
| Frí, August 20, 2010 | |||||
NSÍ |
- |
EBS |
0 | : | 0 |
| Sun, August 22, 2010 | |||||
AB |
- |
ÍF |
1 | : | 4 |
VÍK |
- |
B71 |
5 | : | 0 |
HB |
- |
B68 |
1 | : | 0 |
FCS |
- |
B36 |
2 | : | 1 |
Høvuðsstuðlar
Stuðlar
Powered by Joomla!. Designed by: Free Joomla Template, m6.net reviews. Valid XHTML and CSS.







