| Eysturoyar Kappingin er ON! |
| Skrivað hevur Ólavur Larsen |
| Fríggjadagur, 05 Mars 2010 08:04 |
|
Eftir nógvar drúgvar kavadagar í februar mánaða, kunnu vit avdúka, at Eysturoyar Kappingin 2010 verður í Fuglafirði komandi vikuskiftið, júst sum ætlanin var. Vøllurin hevur verið fullur av kava mest sum allan februar mánaða, men rudda hevur verið í vikuni, og nú liggur vøllurin púra kavafríur. Her vilja vit gjarna nýta høvi, at takka Fuglafjarðar Kommunu fyri sýndan stuðul og feðgarnar, Hans Cederius og Poul Joensen fyri at teir ruddaðu allan kavan skjótt og væl av vøllinum. Í ár er fyrstu ferð, at júst henda Eysturoyar Kappingin verður hildin, og meiningin er at Eysturoyar Kappingin skal leikast í Fuglafirði hvørt ár áðrenn kappingarbyrjan. Vinnarin av kappingin vinnur eitt ferðasteyp í eitt ár, og tá eitt lið hevur vunnið kappingina 5 ferðir, fær vinnandi liðið steypið til ognar. Liðini ið eru bjóðaði til Eysturoyar Kappingina 2010 eru hesi: ÍF, Víkingur, NSÍ og B68. Øll liðini hava takka ja til at luttaka, og soleiðis verður kappingin skipa: Leygardagin 6. mars kl. 11.00 leika: NSÍ – Víkingur (dómari: Bárður Mortensen) Leygardagin 6. mars kl. 13.00 leika: B68 - ÍF (dómari: Dagfinn Olsen) Sunnudagin 7. mars kl. 14.00 verður leikt um 3. og 4. pláss (dómari: Dagfinn Olsen) Sunnudagin 7. mars kl. 16.00 verður leikt um 1. og 2. Pláss (dómari: Bárður Mortensen)
Kostnaðurin er 80 kr. fyri hvønn dag, t.v.s. tú fært tveir dystir fyri 80 kr. Kaffi, te, køkur, toast, sodavatn og bomm kann eisini keypast undir dystunum.
|
| Seinast dagført Fríggjadagur, 05 Mars 2010 08:11 |
Næsti dystur
| Mán, 13 Sep 2010 18:00 | ||
![]() NSÍ |
: | ![]() ÍF |
Stigatalva
| M | D | P | |||
| 1 |
| NSÍ | 20 | 21 | 40 |
| 2 |
| HB | 20 | 13 | 38 |
| 3 |
| EBS | 20 | 20 | 34 |
| 4 |
| VÍK | 20 | 12 | 34 |
| 5 |
| ÍF | 20 | 6 | 34 |
| 6 |
| B36 | 20 | 3 | 27 |
| 7 |
| B68 | 20 | -5 | 23 |
| 8 |
| B71 | 20 | -30 | 17 |
| 9 |
| FCS | 20 | -19 | 14 |
| 10 |
| AB | 20 | -21 | 11 |
Seinasta umfar
| Frí, August 20, 2010 | |||||
NSÍ |
- |
EBS |
0 | : | 0 |
| Sun, August 22, 2010 | |||||
AB |
- |
ÍF |
1 | : | 4 |
VÍK |
- |
B71 |
5 | : | 0 |
HB |
- |
B68 |
1 | : | 0 |
FCS |
- |
B36 |
2 | : | 1 |
Høvuðsstuðlar
Stuðlar
Powered by Joomla!. Designed by: Free Joomla Template, m6.net reviews. Valid XHTML and CSS.







