Print Friendly, PDF & Email

Skrivað hevur Jákup Ósá

Talan var um ein javnan og spennandi dyst í Fløtugerði í kvøld, sum endaði við 2-2 javnleiki.

Lagt var upp til spennandi dyst í Fuglafirði í kvøld í kappingini um 2. plássið í Effodeildini. Væl at merkja um ein vinnari fekst. Hjá EB/Streymi  var Levi Hanssen, sum aftur vísti sín týdning fyri liðið, komin heim í dag og loysti hann Niels Paula B. Danielsen av í 4-3-3 uppstillingini hjá føroyameistarunum, har Levi spældi úti í høgru síðu. Hjá ÍF fór Bartal Eliasen aftur í miðverjuna, meðan Bogi R. Petersen spældi aftanfyri Clayton Soares frá byrjan. Øssur Dalbúð byrjaði úti í vinstru.

Frísparks perla frá Hans Paula
ÍF byrjaði betri og royndi – við Høgna Madsen sum skipara av trýst spælinum – at trýsta høgt uppi. Teir komu eisini til onkrar góðar støður, men serliga Øssur Dalbúð fekk lítið burturúr, tá hesir møguleikarnir komu. Men kanska eitt sindur ímóti spælibýtinum komu føroyameistararnir á odda. EB/Streymur kom á odda í 30. minutti. Frálíkt álop, sum Levi Hanssen átti størsta leiklutin í, endaði við, at Leif Niclassen bleiv feldur beint uttanfyri brotsteigarmarkið. Hans Pauli Samuelsen lyfti bóltin flott uppum múrin til 1-0, ið var hálvleiksstøðan, hóast mál møguleikar vóru til fleiri mál.

ÍF kom aftur
Í seinna hálvleiki byrjaði ÍF eins og í fyrra hálvleiki við at leggja høgt trýst á. Tað gav úrslit eftir 5 minuttum. Ari Ellingsgaard legði inn, Øssur Dalbúð skallaði á yvirleggjaran, men Clayton Soares fylgdi upp og so var javnleikur. Javnleikurin helt sær til 71. minutt. Hans Pauli Samuelsen fekk enn einaferð møguleikan við frísparki. Hesaferð langt úti og nakað úti í vinstru. Men hann smekkaði til og fekk bóltin at “knekka” beint áðrenn Jákup Mikkelsen skuldi bjargað. Hetta gjørdi, at Jákup einans fekk hálvbjargað og so var lætt hjá Niels Paula B. Danielsen at skora í tóma málið. Frálíkur frísparks teknikkur frá Hans Paula! ÍF gjørdi beinanvegin eina taktiska broyting eftir 2-1 málið og setti Bartal Eliasen fram í álopið. Hetta sá út til at órógva EB/Streyma verjuna og ÍF kom til fleiri stórar møguleikar, meðan EB/Streymur heldur ikki vóru vandaleysir. Tá so 82 minuttir vóru leiktir javnaði ÍF, tá Bartal Eliasen skallaði hornasparks innlegg frá Høgna Madsen í málið. 2-2 gjørdist endaliga úrslitið.

Jøvn lið
Dysturin í kvøld prógvaði enn einaferð, at liðini aftanfyri HB og frammanfyri AB eru ógvuliga jøvn. ÍF liðið hevur – nærum síðani teirra venjari í samrøðu við fjølmiðlarnar eftir Víkinga dystin segði, at leikararnir ikki vóru í nóg góðari venjing – fingið sum vørumerki at komið aftur í dystum, har teir hava verið aftanfyri við einum, tveimum og enntá tvær ferðir trimum málum. Álopspælið skapar nógvar stórar møguleikar hvønn dyst og sterka síðan er heilt klárt, at teir hava sterkar leikarar, tá innlegg, fríspark og hornaspørk kom innfyri. Hetta hevur verið uppskriftin til stóran part av málunum og aftur í kvøld komu málini eftir innlegg, har serliga Øssur og Clayton eru óførir at vinna nærdystirnar umframt Bartal, tá hann er frammi við.

Hjá EB/Streymi sæst eisini væl, at liðið hevur ment seg síðani kappingarbyrjan, hóast teir neyvan raktu sín besta dag hendan dystin. Í fyrra hálvleiki lógu teir nakað aftarlaga, har serliga bakkarnir Gert Hansen og Rógvi E. Nielsen vóru sera varnir við at koma fram við, tá liðið hevði bóltin. Útiliðið vágaði ikki eins nógv í at vinna dystin móti endanum. Men tað vóru eisini fleiri glottar at síggja hjá føroyameistarunum. Serliga beit ein merki í Arnar Dam á verjukenda miðvøllinum, har hann ikki hevur spælt stórvegis undanfarnu ár í bestu deildini. Hann spældi ein fínan dyst. Stríddist og vann eina rúgvu av bóltun og spældi teir væl frá sær. Og so mugu fríspørkini hjá Hans Paula Samuelsen eisini takast burturúr, tí slík gera fáir honum eftir í føroysku kappingini. Tey bjargaðu liðinum 2 mál og eitt stig í kvøld í einum jøvnum dysti, har ÍF kanska samanlagt hevði ein lítlan mun í spæli og stórum møguleikum.
Video: Jóhan Thomsen:
http://vimeo.com/johanthomsen/if-ebstr
Myndirnar hava Álvur Haraldsen og Oddur á Lakjuni tikið
[nggallery id=9]