Print Friendly, PDF & Email

13. umfar – ja, enn ein javnleikur, men..

Gevi hjálparvenjaranum, Jóannes Jakobsen, rætt í, at um dysturin í dag var ein boksidystur, vunnu vit klárt upp á stig.
Ymist hevur verið, hvussu fólk sóu okkara møguleikar í móti nr.1, HB.  Leivur Frederiksen, sum er ein av serfrøðingunum hjá FSF heimasíðuni, skrivaði soleiðis: “HB hevur havt nógvar lyklaleikarar í antin einum ella tveimum hørðum landsdystum, og eg vænti, at teir eru troyttir. Harafturat hevur undirtippaða ÍF-liðið so mikið av kvaliteti, at teir kunnu hótta HB í Gundadali. Ein dystur sum ÍF kann vinna, men eg vænti javnleik.” Rætt hevði Leivur. Vit hóttu HB – og meir enn tað, hóast vit fingu eitt reytt kort.

Hesir byrjaðu inni í dag: Jákup M, Leivur, Høgni Z, Bartal, Jan, Ari, Bogi, Heri , Øssur, Hanus og Clayton. Seinni kom Nenad inn fyri Hanus.
Vit byrjaðu varisliga. Tað skuldi ganga 10 min., áðrenn vit høvdu fyrsta skotið á HB málið. Men so kom ferð á. Vit fáa brotsspark, men Øssur megnaði tíverri ikki at leggja okkum at odda. Í hinum endanum stórbjargaði Jákup einum frísparki frá Alex. Álopsspælið var til tíðir gott frá báðum síðum, og málmøguleikarnir vóru stórir. Hjá okkum spældu allir okkara menn væl. Hjá HB vóru tveir eyðsýnir. Símun Samuelsen, sum ferð eftir ferð hótti okkum í høgra borði, men stóra hetjan hjá havnafelagnum var klaksvíkingurin Teitur M. Gestsson, sum ferð eftir ferð stórbjargaði. Sjálvt eftir at Bartal hevði fingið seinna gula kortið, og vit tískil skuldu spæla 10 í móti 11, spældu vit okkum til stórar møguleikar. Gott nokk hevði HB bóltin meir enn vit, men tað vóru vit, ið spældu okkum til málmøguleikarnar.

Myndirnar hevur Rakul Hansen tikið
[nggallery id=10]
——-
Livescore skrivaði:
Dysturin er byrjaður
Fyrstu minuttirnar hevur HB havt takið, uttan at hava verið vandamiklir
Um 10 min eru spældir. Leikgongdin er ikki broytt, men vit hava havt okkara fyrsta álop. Bogi skjýtur úr 20-25 metra frástøðu, men bólturin fer upp um HB málið
Øssur hevur misnýtt brotsspark!!
Ari verður feldur inni í brotsteiginum, men Teitur í HB málinum bjargar skotinum hjá Øssuri
Har var um reppið at HB legði seg á odda. HB hevði fríspark beint uttan fyri 16m. Alex S smekkaði til, men Jákup M stórbjargaði.
Einki mál er komið í hinum dystunum
20 min spældir. Símun blívur spældur leysur, men Bartal tveitir seg fram og skallar bóltin aftur til Jákup. Gott verjuspæl av Bartali
22 min. Bogi blívur spældur púra fríur av Leivi, men skallar bóltin uppum. Stórur møguleiki.
Bartal ger fríspark og fær gult kort
Símun hjá HB leggur eitt fínt innlegg, men tíbetur rakti ongin bóltin
Nú vóru vit um at fáa mál. Jan fór fram í vinstra borði. Hanus rakar ikki bóltin nóg væl, og tá so bólturin endaði hjá Øssuri, skjeyt hann bóltin uppum
27. min spældir og støðan er enn 0-0
30 min. HB horna, sum Símun skjýtur til Chr. Mouritsen, sum setur innaru síðu til bóltin, men tíbetur  fyri okkum bjarga vit á strikuni

Kí hevur lagt seg á odda 1-0. ABari fingið reytt kort.

36 min: Fróði púra leysur og hevur veldigan møguleika at leggja HB á odda, men í evstu løtu kom Batal flúgvandi og koyrdi bóltin til horna,
40 min: Seinastu tíðina hava vit ligið ov aftarliga. HB hevur ov nógv álop á okkara mál
44 min: Leivur skjýtur fríspark inn í 16m hja HB. Bartal skallar væl, men tá ið dómarin helt, at Høgni Z gjørdi fríspark í móti HB málmanninum, fingu vit ikki málið góðkent, hóast bólturin endaði í málinum

Hálvleikur

Hálvleiksstøðurnar í dag eru:
KÍ – AB: 1-0. ABari hevur fingið reytt kort
TB – B36: 0-0
HB – ÍF: 0-0

Lars Múller hevur bríkslað seinna hálvleik í gongd
Risamøguleiki til HB. Símun, sum helst hevur verið mest eyðsýndi leikarin hjá HB, sendi eitt vandamikið hornaspark innfyri, men til alla lukku fór skallarin framvið málinum
Nú hava vit havt tvey fín álop. Fyrst skjýtur Hanus upp um málið, síðani skallar Øssur uppum.
Bartal fingið reytt kort
HB fór í snarálop og Santos fór fram í vinstru síðu. Bartal hálaði í hann og fekk gult kort fyri gerðina.
60 min: Har var so nær við, at vit løgdu okkum á odda. Ari knallar til bóltin, sum brast á stongina uttan at Teitur í HB málinum hevði nakran møguleika at vart fyri
Clayton er um at fara í gjøgnum, men hann verður feldur av Gunnari, sum far gult kort
Hanus út og Nenad út
Jan knallar til og Teitur hevur eina stórbjarging – horna.
67 min: Hóast vit eru 10, eru tað vit, sum hava pressað – og nú átti Øssur at hava skorað!!! Nenad leggur fínan bólt innfyri, men Øssur skallar uppum
69 min: Enn ein risamøguleiki til Øssur, men Teitur bjargar til horna
Ilt er at skilja, hví vit ikki føra – møguleikarnir hava ikki verið størri
71 min: Ari var um reppið at blíva púra fríur, men Alex megnaði ak at taka bóltin frá honum
72 min: HB góðan møguleika, men Jákup er har, hann skal vera
75 min.: Heini V. fær bóltin frá einum av okkara, men tíbetur Heini fram við málinum hjá okkum
76 min: Leivur skjýtur til bóltin frá góðum 20m, men fór bólturin beint framvið
80 min: Har var um reppið, at HB legði seg á odda. Símun S bleiv spældur fríur, men glíður og so fingu okkara bóltin burtur
84 min: HB skjýtur hornaspark, men Jákup loftar.
85 min: Enn einaferð fer Jákup út og tekur bóltin. Nú liggur trýst á okkum
86 min: Var Nenad rangstaddur??

AB hevur skorað og nú er javnleikur í Klaksvík – og dysturin er liðugur

Andrew fingið gult kort
88 min: Heini V skallaði beint uppum.
89 min: HB horna – vit fáa ikki bóltin burtur
3 min eru lagdir aftrat
92 min: Nú leikar hart á, Vit verja.

Dysturin liðugur!!

Vit eru sera stoltir av okkara monnum. Tit hava verið óførir!!