Annað kann ikki sigast um dystin, sum bleiv spældur í kvøld í móti grannunum fyri sunnan.  Hvat skulu vit siga um fyrra hálvleik? Kunnu vit siga nakað sum helst positivt? – Vit fara beinleiðis til seinna hálvleik.
Dómarin bríkslaði og óløgið sást við tað sama – ikki í havsbrúnni, men á vøllinum. Spælararnir hava verið í støðuni fyrr og vistu tí, at hetta var ikki ein vanligur dystur. Teir vistu eisini, at áskoðararnir ikki góðtóku, at spælt varð lala-fótbóltur í móti Víkingi. Eitt er at tapa virðiliga, annað er at leggja seg skerflatar. Tað vildu so okkara als ikki. Brotið bleiv upp um ermar, og so fingu vit áskoðarar tað reaktión, sum vit ynsktu. Víkingarnir blivu pressaðir í botn – heilt frammi – og vit fluttu bóltin serstakliga væl. Stuttligt at vera áskoðari, tá ið okkara menn duga at vísa, hvussu væl spælið (til tíðir) kann flóta. At Clayton var annar av málskorarunum í 2-1 sigrinum, er ikki so løgið, men heldur óvæntað var hin einasn 18 ára gamli Poul Mikkelsen, sum í dag var partur av aftasta skansanum saman við pápanum Jákup, ið vardi málið. Hóast einast 18 ár, hevur Poul víst sonn evni, sum bera boð um, at at hann hevur eina bjarta fótbólts framtíð.

Sigurin í dag var av alstórum týdningi. Tað hevði alstóran týdning at vinna  á Víkingi, men við sigrinum varveittu  vit sambandið  við oddaliðið HB

Video hevur Jóhan Thomsen tikið
http://vimeo.com/johanthomsen/if-vikingur#t=0
Myndirnar hevur Álvur Haraldsen tikið
[nggallery id=11]