Print Friendly, PDF & Email

Jákup Ósá, blaðmaður á Norðlýsinum, tippar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF: ÍF er kanska einasta liðið í Effodeildini, ið sær út til at vera væl betri enn eg metti áðrenn kappingina. Gongdin seinastu tíðina er eisini góð og moralurin á liðinum tykist góður. Liðið er blivið kent fyri at koma aftur í dystum, har teir koma afturum. Hjá KÍ ber lítið og einki til fyri tíðina, men avrikið við Margáir var gott fram til útvísingina í seinna hálvleiki. Hetta er ein dystur, har breiddin á liðunum báðum kemur til sjóndar, tí fleiri leikarar vera ikki tøkir. Bæði liðini mangla sín málverja, meðan fleiri leikarar hava skaðar at dragast við á báðum liðum. Eg helli mest til ein javnleik í einum undirhaldandi og málríkum dysti hóast, at gongdin seinastu tíðina sigur, at ÍF vinnur.