Dysturin er liðugur, og niðurstøðugnar er ymiskar – alt eftir, hvørjum liði, tú heldur við. Annað hevði verið løgið J Ein av okkara trúgvu viðhaldsmonnum er Signar á Brúnni, sum skrivar soleiðis um dystin í móti KÍ

Fyrsta hálva tíman spældi KÍ sera væl, men teir høvdu tað trupult at koma til málkjansir.

Fuglfirðingar styrknaðu, sum dysturin leið og fingu skapt fleiri málkjansir.

Fyrsta málið gjørdi Clayton eftir villu í KÍ verjuni. KÍ -ararnir stríddust sum fyri lívinum, og so eydnaðist teimum at fáa mál, og so varð javnleikur. Mong væntaðu nú, at KÍ fór at seta ferðina upp, men soleiðis bleiv ikki. Fuglfirðingar trýstu og trýstu, og høvdu fleri vandamikil álop. So einaferð eydnaðist tað Boga Petersen at skjóta næsta málið fyri ÍF.

Vakrasta málið, var tað síðsta, ið Jan Ellingsgaard kom so meistarliga væl frá. Hann snýtti fleiri KÍ – spælarar og sendi bóltin beint innanfyri høgra stólpa, og so varð dysturin avgreiddur.

Ungi málmaðurin Hallgrím G. Hansen megnaði uppgávuna sum avloysari fyri Jákup Mikkelsen til fulnar. Allir spælararnir høvdu ein góðan dag og serliga væl riggaði verjuspælið.

Hjartaliga til lukku ÍF !

Myndirnar hevur Norðlýsið tikið
[nggallery id=12]