Leivur Frederiksen, vertur í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, sigur soleiðis á heimasíðuni hjá FSF um dystin:

Eg vænti undirhald ólavsøkuaftan í Gundadali. Áskoðarafjøldin verður helst stór ólavsøkuaftan, og tað kann eggja til gott fótbóltsspæl. ÍF kemur eftir øllum, tað muga fuglfirðingar, um teir skulu hanga í HB.

Hinvegin skal B36 turka tapið fyri AB av sær. Eg vænti mær fitt av málum, har bæði liðini fara at leggja dent á tað offensiva. Ein 2-2 javnleikur er eitt gott boð.