Print Friendly, PDF & Email

Jákup Ósá skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF:

Hjá klaksvíkingum gongur framvegis illa at fáa stig. Men avrikini seinastu vikuna peika rætta vegin og vóru marginalarnir við, so fekk liðið betri úrslit móti bæði Víkingi og EB/Streymi. Leikararnir leggja nógv fyri og nú skulu einfaldu feilirnir ruddast burtur. Hjá ÍF var tað eitt bakkast, at liðið tapti seinast á Svangaskarði móti NSÍ. Har fingu fuglfirðingar eisini tvey leikbann, so hvørki Bartal Eliasen ella Høgni Madsen fáa spælt við á Summar Festivalinum. Á manningarsíðuni haldi eg tí, at tað er ikki stórur munur á liðunum hesaferð. Men Summar Festivalur er, har KÍ vanliga hevur tað sera trupult, KÍ hevur ikki vunnið í landskappingini í meira enn tríggjar mánaðir og marginalarnir koppa skeiva vegin hóast góð avrik í seinastuni. Tí fær man ikki umgingið at seta ÍF – sum eisini hevur fyrimunin av longri hvíld til vinnara.