Print Friendly, PDF & Email

Tróndur Arge úr Miðlahúsinum hevur hetta boðið á heimasíðuni hjá FSF

Páll Guðalugsson er nýggjur venjari hjá TB og tað verður spennandi at síggja hvat hann klárar at gera við keðiligu gongdina hjá felagnum í summar.

ÍF er á øðrum plássi og hóast teir hava snávað tvey tey seinastu umførini, so hevur tað verið í evstu løtu. Tí bendir lítið á, at teir spæla so nógv verri enn áðrenn, men mangla bara tað seinasta. Tí er ikki óhugsandi, at ÍF hevur takið á TB, sum seinastu dystirnar ikki hevur klárað at sannføra nakran um, at tað fer at eydnast at bjarga sær.