Livescore B36 – ÍF kl.15.00

Fyri fyrstu ferð fara vit at brúka Livescore frá heimasíðuni. Enn sæst Livescore ikki á Facebook. Dysturin byrjar klokkan 15.00. So knapt vit kenna uppstillingina, skriva vit hana her.

Læs mere

Sunnudagin stendur B36 fyri tørni

Sunnudagin skulu vit spæla í Havn í móti B36. Eitt lið, eins og okkara, sum av sjálvútnevndu serfrøðingunum ikki bleiv hildið fór at klára seg seliga væl í kappingini í ár. Men árstalsfelagið fekk serfrøðingarnar at vakna úr rúsinum, tá ið teir megnaðu at fáa javnleik móti gudunum og grannunum.  Ein dyst, B36 við eitt […]

Læs mere

Nýggj heimasíða

Í eina tíða hava vit tosað um at fáa okkum nýggja heimasíðu, men ikki fyrr enn www.faroehosting.com bjóðaði seg til at gera eina fyri okkum, kom ferð á ætlanina.  Hjálpina takka vit mangar ferðir fyri. Møguleikarnir eru óteljandi, so síðan hevur enn ikki fingið endaliga skapið. Umframt at hava frásagnir frá dystum og aðrar tíðindastubbar, […]

Læs mere

Kvinnurnar fingið fína byrjan

Nú fýra umfør eru spæld í bestu kvinnudeildini, kann ikki sigast annað enn, at okkara kvinnur hava fingið eina fína byrjan.  Stigatalvan sigur 9 stig og nr. 4, men tað er einans málmunurin, ið skilir tær frá at liggja sum nr. 1. Tær løgdu bragdliga fyri og vunnu tveir fyrstu dystirnar. Fyrsti úti í móti […]

Læs mere

7. umfar TB – ÍF: 2-2

Vit byrjaðu við hesum inni: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Hanus Thorleifsson, Ari Ó. Ellingsgaard, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares. Útskiftingar: 61. min: Hanus Thorleifsson/Aleksandar Jovevic 66. min: Ari Ellingsgaard/Heri H. Nesá 79. min: Øssur Dalbúð/Áki Petersen Aftur ein javnleikur, men nú […]

Læs mere

6. umfar ÍF – KÍ: 3-3

Tá ið KÍ í 55. min. skoraði til 0-3, sat tú við hesi løgnu kensluni av, at tá ið okkara menn spæla væl, tapa teir. Soleiðis hevði verið í dystunum heima í móti HB og úti í móti Víkingi. Men tíbetur skuldi so ikki vera. Teir fyrstu minuttirnar høvdu vit trýstið á teirra mál, og […]

Læs mere

Væl komin aftur, Heri :)

Aftur hevur ein av okkara ungu evnaríku leikarum skrivað undir sáttmála við ÍF. Tað er Heri H. Nesá, sum bæði kann spæla í verjuni og á miðjuni. Heri hevur í fyrsta umfari skrivað ein 7 mánaða langan sáttmála. Væl komin aftur, Heri 🙂

Læs mere

Okkara leiktu fínan dyst, men taptu!

HB vann 2-0, men okkara dreingir leiktu ein fínan dyst og áttu at fingið meiri burtur úr – serliga í fyrra hálvleiki Undan dagsins dysti høvdu vit fult stigartal, men høvdu kanska ikki spælt eins væl vit gjørdu seinasta ár. Ì dag spældu okkara dreingir ein fínan dyst, men fingu onki burtur úr. So dreingir […]

Læs mere