FUTSAL 2013-14

Til feløgini, høvuðsungdómsvenjarar, venjarar, o.o. um FUTSAL kappingina veturin 2013-14 Fótbóltssambandið skipar, í samstarvi við feløgini, aftur í vetur fyri FUTSAL kapping. Hesaferð bæði fyri dreingir og gentur. Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 25. September – sí viðfesta Tilmeldingarskjal. Kappingarnar byrja fyrst í november 2013 og enda um ½ februar 2014. Aldursbólkarnir eru: Dreingir U12, U14 […]

Læs mere

Marta og Hanna tiknar út

Í døgunum 21.-26. september  skulu U19 kvinnurnar spæla tríggjar dystir í Finlandi. Tveir av leikarunum, ið venjararnir, John Petersen og Ingun Hansen, hava tikið út, eru okkara Marta S. Thomsen og Hanna Poulsen. Felagið ynskir tykkum til lukku og bestu eydnu.

Læs mere

21. umfar ÍF – AB: 1

Leivur Frederiksen í KvF hevur hetta boðið á heimasíðuni hjá FSF Hesin dysturin verður helst tættur. AB hevur ment seg ótrúliga nógv, og teir vóru óhepnir ikki at fáa eitt ella trý stig í Gundadali móti B36. ÍF er á heimavølli og fuglfirðingar skulu vinna, um teir skulu halda lív í FM-dreyminum. Eg vænti ein […]

Læs mere

Poul tikin út til U19

Eyðun Klakstein og Odbjørn Joensen, landsliðsvenjarar, hava tikið spælarar út til EM undankappingina í Makedonia, sum verður í september mánaða. Vit fegnast um, at millum leikararnar er okkara Poul N. Mikkelsen. Okkara U19 landslið spælir hesar dystir: 6. september í móti Montenegro 8. September í móti Turkalandi 11. September í móti Makedonia. Ferðalagið kemur aftur […]

Læs mere

Kvinnufinalan 2013

Í morgin eru vit á fyrsta sinni í eini finalu í bestu kvinnudeildini.  Mótstøðuliðið er eitt av søguríkastu í heiminum – KÍ. Tær hava verið í finaluni síðani 1999. Vunnið tær flestu (knípið), men tó hava tveir stórsigrar verið. Í 2002 vunnu tær 6-1 á HB, meðan tær í 2004 vunnu 15-0 á EB/Streymi. Liðini […]

Læs mere

Væleydnað Danmarkarferð

Í døgunum 1.-4. august hava tvey lið úr Fuglafirði luttikið á Vildbjerg Cup í Danmark. Bæði liðini luttóku í kappingini fyri dreingir U14 í sjeymansfótbólti. Henda kapping telist millum størstu fótbóltskappingar í Danmark og vóru fleiri enn 700 lið meldað til kappingina í ár. Umframt ÍF, ið var einasti luttakari úr Føroyum, vóru lond sum […]

Læs mere

20.umfar TB-ÍF: 2

Tróndur Arge úr Miðlahúsinum hevur hetta boðið á heimasíðuni hjá FSF Páll Guðalugsson er nýggjur venjari hjá TB og tað verður spennandi at síggja hvat hann klárar at gera við keðiligu gongdina hjá felagnum í summar. ÍF er á øðrum plássi og hóast teir hava snávað tvey tey seinastu umførini, so hevur tað verið í […]

Læs mere

19. umfar KÍ-ÍF: 2

Jákup Ósá skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF: Hjá klaksvíkingum gongur framvegis illa at fáa stig. Men avrikini seinastu vikuna peika rætta vegin og vóru marginalarnir við, so fekk liðið betri úrslit móti bæði Víkingi og EB/Streymi. Leikararnir leggja nógv fyri og nú skulu einfaldu feilirnir ruddast burtur. Hjá ÍF var tað eitt bakkast, at […]

Læs mere

18. umfar NSÍ-ÍF: X

Terji Nielsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, sigur soleiðis á heimasíðuni hjá FSF um dystin: Ein trupul dystur at spáa um. ÍF er sera væl koyrandi í løtuni, men NSÍ hevur eitt gott lið, og tí vænti eg ein javnan dyst. Men tað kann eisini verða, at fuglfirðingar fara við øllum. (Dysturin verður spældur á Svangaskarði)!!

Læs mere

Tríggir ÍFarar á U21 landsliðnum

Tá ið føroysku U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, í dag valdu  18 leikarar til EM-undankappingardystin móti Írlandi, sum verður á Svangaskarði mikukvøldið 14. august, kl. 19:00, vóru tríggir Ífarar við á manningarlistanum. Fyri fyrstu ferð er okkara málmaður Hallgrím tikin út til ein U-landsdyst. Hinir báðir eru gamlir kenningar á U17, U19 og […]

Læs mere