Rættvísari við javnleiki

ÍF – liðið hevði ein torføran dyst í Havn móti B – 36 liðnum, sum nú er væl frammanfyri HB – liðið í bestu deildini. ÍF – liðið hevur aloftast spælt rættiliga javnar dystir móti B – 36 – liðnum, bæði í Fuglafirði og í Havn. Dysturin í dag var einki undantak. Okkara menn stríddust […]

Læs mere

Spennandi dystur við Løkin í dag

Skálafjarðarstevna er, og nógvir áskoðarar vóru at síggja við Løkin í dag. ÍF – liðið var nakað broytt, m.a. tí spælarar vóru skaddir. Fyrra hálvleik spældi okkara lið sera væl. Spælararnir vóru ágrýtnir og raskir og spældu við skili, og mangan vóru teir um at fáa mál. Hóast fuglfirðingar høvdu meira spæl, so eydnaðist tað […]

Læs mere

Leikari á U15

Tá U15 landsliðsvenjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, úttóku landsliðið, ið skal luttaka í Brøndby Cup dagarnar 25-30. juli, var ein ÍF’ari ímillum teir úttiknu. 13 ára gamli Gundur Ellingsgaard Petersen úr Fuglafirði skal við U15 landsliðnum. Vit ynskja Gundur hjartaliga tilukku við úttøkuni. Drív á!!

Læs mere

ÍF -liðið ikki at kenna aftur

Í seinastu grein á ÍF- síðuni, var yvirskriftin: Hvat bagir ÍF – liðnum ? Orsøkin til hesa orðing var seinasti dysturin móti KÍ, har okkara lið fekk einki at rigga, hóast vit hava gott fólk á liðnum. Víst varð á, at um liðið varð væl skipað móti EB/Streymi við Margáir, so skuldi vit óivað basa […]

Læs mere

Hvat bagir ÍF – liðnum ?

Í dag leikti okkara lið í Klaksvík móti KÍ – liðnum, sum á stigatalvuni liggur rættiliga nær okkara liði. Nógvir vóru fuglfirðingarnir, ið fóru til Klaksvíkar í dag við vón um at síggja ein spennandi og javnan dysti. Men so varð ikki, ÍF – liðið tapti heili 4 – 0, og fuglfirðingar fóru við ringum […]

Læs mere

Adidas Summar Cup 2014

Nú kunnu lið tekna seg til stóru barna- og ungdómskappingina, sum B36 skipar fyri í juli mánaði Leygardagin 12. juli 2014 skipar B36 á fyrsta sinni fyri Adidas Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum […]

Læs mere

Albert fingið A-venjara útbúgvingina

Í hesum próvtøku tíðum, hevur FSF eisini havt próvtøkur. Í hesum sambandið hevur høvuðsvenjarin hjá Effoliðnum hjá okkum, Albert Ellefsen, verið til próvtøku. Hann hevur í eini 2 ár gingið til A-venjaraskeiðið, og í gjárkvøldið var próvtøkan. Próvdómararnir eru ikki ókendir í fótbóltsheiminum. Bjørn Krogh og Pauli Poulsen vóru próvdómarar hjá Albert, og fekk hann […]

Læs mere

Stríðshugað ÍF- lið

Fuglfirðingar vístu seg frá síni bestu síðu í dag, tá ið dystast skuldi móti toppliðnum HB.Allir leikararnir stríddust væl, góvu ongantíð upp, so vælleikandi liðið HB fekk ein torføran og strævnan dyst í dag. HB- liðið leikti væl, gjørdu sær ómak at spæla góðan og undirhaldandi fótbólt, men komu tó sjáldan til teir góðu kjansirnar, […]

Læs mere