3. og seinasti styrkurin

í kvøld kom tann seinasti á hesum sinni. Talanin er um 16- ára gamla Andrias Poulsen, sum er av Kambsdali, men hevur roynt hjá NSÍ í hálvtannað ár. Hann hevur valt at komið inn aftur til barndómsfelagið, og seint í kvøld kom loyvið. Vit ynskja Andriasi vælkomnan aftur til Fuglafjarðar og ÍF.

Læs mere

Verjuleikari komin í hópin

Sum fleiri miðlar hava skrivað, so hava vit styrkt um hópin. Í gjárkvøldið bleiv sáttmáli gjørdur við 24 ára gamla verjuleikaran, Jógvan Isaksen. Hóast hann bert er 24 ára gamal, er tað ein royndur harri, ið kemur at styrkja um verjuna hjá okkum. Hann hevur leikt 104 dystir í bestu deildini, umframt at hann hevur […]

Læs mere

Ov stuttir

Europa League, 1. undanumfar, seinni dystur: ÍF – MyPa 47 0-0 Onki mál varð skorað á Tórsvølli í kvøld. Gestirnir fingu tað teir komu eftir og ÍF megnaði ikki at fáa tað tiltronda málið ið kundi føra longda leiktíð við sær. Tí er Europa ævintýrið liðugt fyri í ár. Úr fyrra hálvleiki er sum so […]

Læs mere

Ágrýtið ÍF – lið

At sleppa ar taka lut í altjóða fótbóltskappingum er mennandi fyri eitthvørt lið. Fuglfirðingar høvdu fyrireikað seg væl til fyrra dystin í Finnlandi, men taptu tíverri við einum máli. Ætlanin var sjálvandi at vinna heimadystin á MyPa, men tað eydnaðist tíverrri ikki, okkara lið megnaði at spæla javnleik 0 – 0, og sostatt heldur okkara […]

Læs mere

Ein Bogi afturat

Vit kunnu í dag almannakunngera, at vit hava gjørt sáttmála við Boga A. Løkin. Hálvi fuglfirðingurin, sum eisini spældi við okkum í 2011 og 2012 til hann fekk ein álvarsaman skaða, hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri seinnu hálvu í ár. Bogi er skrásettur fyri 161 dystir í bestu deildini í Føroyum, har […]

Læs mere

Hósdagin 10.juli kl 19.00 á Tórsvølli.

Eftir 1-0 tap á útivølli er onki avgjørt í okkara dysti um viðari kvalifikatión í Europa League. Okkara menn góvu finnlendingunum skarpan gang í fyrra dystinum, vit munnu vera tó vera meira nøgdir við úrslitið, tí teir høvdu nakrar naskar royndir á málið hjá Jákupi í seinna hálvleiki, og vit høvdu kanska ikki líka ágangandi […]

Læs mere

Lutaseðlar.

Petur Heðin á Fløtti hevur trekt lutaseðlanar hjá ÌF. Hettar eru seðlarnir sum hava vunnið. 1. Gávukort á 20.000 kr  Seðil nr 0279 2. Gávukort á 20.000 kr  Seðil  nr 1842 3.  Skutari                          Seðil  nr 2773   ÌF takkar fyri alla hjálp, og stuðul

Læs mere