Ársins leikarar valdir

  Sum kunnugt, so eru ársveitsla í Mentanarhúsinum í kvøld. Sum siður er, verða ársins leikarar hjá kvinnum og monnum valdir. Kvinnuliðið hevur verið í samstarvi við Víking í ár, og her koma óivað at verða tvær atkvøðugreiðslur at verða. Okkara veitslugestir valdu Kristinu F. Obradovic sum nummar 3, Sigrid Petersen sum nummar 2 og […]

Læs mere

Næsti og triði styrkurin komin

  Eftir at Lawal varð avdúkaður, komu tveir aðrir leikarir afturat í hópin. Vit hava styrkt um miðvøllin og eitt framrættað pláss. Miðvallarin, sum kemur til okkum, er ikki eitt ókent andlit í føroyskum fótbólti, tí hann hevur sum 24 ára gamal longu spælt 131 dystir í fremstu deildini. Talan er um toftamanninAndré Olsen, sum […]

Læs mere

Profilur komin til – og ein annar hevur longt!

Fleiri miðlar hava skrivað um, at vit hava styrkt um hópin við AdeshinaLawal. Í kvøld kunnu vit so almannakunngera, at sáttmáli er skrivaður við framherjan úr Nigeria. 30 ára gamli Adeshina, ella bara Lawal, sum hann vanliga verður nevndur, hevur tvey tey síðstu kappingarárini spælt við B36, sum síðsta vikuskifti vann føroyameistaraheitið 2014. Lawal hevur […]

Læs mere

Fleiri hava longt

Á ársveitsluni hjá okkum í kvøld, bleiv avdúkað at fleiri av okkara leikarum skrivað undir sáttmála, sum inniber, at teir verða í reyða búnanum í øllum førum eitt ár afturat. Teir tríggir leikararnir, sum hava fingið flest dystir í ár, eru Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum og Kristoffur Jakobsen. Felags fyri hesar tríggjar er, […]

Læs mere

Tvey jøvn lið í Fløtugerði í dag

Kappingin í bestu deildini í fótbólti í ár er um at verða liðug. Dysturin millum ÍF og EB/Streym var tann seinasti heimadystur hjá ÍF í ár, og væntað varð, at nógvir áskoðarar vóru til dystin í tí sjáldsama góða og lýggja veðrinum í Fuglafirði í dag. Men so var ikki – tíverri, alt ov fáir […]

Læs mere

Ársins ársveitsla!

Atgongumerkir fáast á Johnscafé og kunna eisni keypast til komandi heimadyst í Fløtugerði. Vit hava í ár valt, at seta prísin niður. Vit ynskja, at luttøkan skal verða so góð sum yvirhøvur møguligt. Skundi tykkum. Tað er, eins og undanfarin ár, avmarkað pláss.

Læs mere

ÍF í mótvindi

Nógvur vindur var í Gøtu, tá ið dysturin millum ÍF og Víking varð leiktur. Víkingur fekk undanvind fyrra hálvleik, og væl dugdu teir at fáa burtur úr honum. ÍF – ararnir vóru um ein háls frá fyrsta bríksli, og verjan hjá ÍF hevði tað serliga trupult.… Tað gingu bert tríggir minuttir, so hevði Víkingur lagt […]

Læs mere

Góður seinni hálvleikur millum B 36 og ÍF

Í dag leiktu B 36 og ÍF í Fløtugerði. Byrjað var við at leikarar og áskoðarar mintust Gunnar Zachariassen í tøgn. Vakurt og hugtakandi.… Tá ið skrivað varð um seinasta dyst, varð sagt, at næsti dystur varð ímóri B 36 og at oddaliðið í bestu deildini, fekk ikki nakran lættan dyst móti fuglfirðingum, tí teir […]

Læs mere