Býr ein venjari í tær?

Eins og undanfarin ár, skipar FSF aftur komandi ár fyri venjaraskeiðum. ÍF hevur fyri vana at bjóða øllum, ið ynskja at útbúgva seg í venjaragerninginum, skeiðini ókeypis. Ynskir tú at útbúgva ella víðariútbúgva teg sum venjara, so er møguleikin nú. Yvirlit yvir skránna fyri skeiðini sæst niðanfyri: Um so er, at tú ynskir at luttaka […]

Læs mere

Innandurakapping fyri vaksin

Skriv frá Giza Hoyvík: Leygardagin 26. desembur skipar Giza Hoyvík fyri innandurakapping fyri vaksin. Vit leggja til brots kl. 14.00. Loyvt er at hava 4 leikarar á hvørjum liðið + ein skiftisleikara. Hvørt lið má í mesta lagi hava 1 leikara sum hevur leikt í effodeildini í 2015. Vinningar og heiðursmerki til nr. 1, 2 […]

Læs mere

Adidas í 2016

ÍF fer komandi ár at gera nýggja klædnastuðulsavtalu við Thomas Dam Ítrótt. Hetta ber við sær, at felagið í 2016 fer at spæla í klæðum frá Adidas. Vit vilja takka Sportigan fyri samstarvið seinastu árini, og gleða okkum til nýggja samstarvið við Thomas Dam Ítrótt. Koyr á ÍF!

Læs mere

Vit hava fingið málmann

Vit hava í kvøld gjørt avtalu við nýggjan málmann. Talan er um 21 ára gamla Oliver Nickolaj Djuraas Korch, sum vanliga verður nevndur Oliver Korch. Oliver er úr Danmark, har hann hevur umboðað núverandi superligufeløgini FC Midtjylland og Hobro, umframt hann eisini hevur spælt við Hvidovre og B1908, sum ein ávísur Øssur M. Dalbúð eisini […]

Læs mere

Verjuleikari komin afturat

Í kvøld hava vit gjørt avtalu við ein leikara, ið kemur at styrkja um vejuna hjá okkum. Talan er um 23 ára gamla Gunnar Christiansen, ið fyri tað mesta er at finna á høgra bakki. Gunnar, sum bara hevur umboðað KÍ, hevur spælt 40 dystir í Effodeildini, umframt 37 í fyrstu deild. Í 2013 var […]

Læs mere

Ungur leikari longt

Vit kunnu í morgun fortelja, at vit hava skrivað sáttmála við Andrias Poulsen. 18 ára gamli kambsdalsbúgvin fekk sínar fyrstu dystir í fremstu deildini í 2014, tá hann í hálvuni kom aftur úr NSÍ. Í ár hevur hann spælt 3 dystir á fremsta liðnum. Andrias hevur eisini verið á U17 landsliðnum, har hann hevur spælt […]

Læs mere

John Daniel í 2016

Eftir at sáttmálin við Leivur Joensen kom uppá pláss, hevur nevndin gjørt skjótt av, og longt leigusáttmálan, sum felagið hevur havt við KÍ, um leigu av verjuleikaranum John Daniel Guðjonsson. Leigusáttmálin er longdur, so at John Daniel eisini verður við okkum komandi ár, og her frá skal eitt stórt takk ljóða til KÍ fyri gott […]

Læs mere

Enn ein longt

Tað hevur verið nógv skrivað og gitt um framtíðina hjá okkara U21-landsliðsleikara Leivur Joensen. Í kvøld hevur hann sett sína undirskrift á ein sáttmála, sum inniber at Kambsdalsbúgvin eisini verður at síggja í reyða ÍF búnanum komandi ár. Høgri bakkurin, sum hevur ment seg til at vera eina av týdningarmiklastu leikarunum, bæði okkara liði og […]

Læs mere

Verjan styrkt

Í kvøld er enn ein leikari komin til okkum. Talan er um royndan mann, sum hevur spælt 282 dystir í fremstu deildini, og var við í øllum 27 dystunum í farna kappingarárið. Leikarin, sum verður at síggja í Fløtugerði, er eingin annar enn Alex José dos Santos. Brasiliumaðurin, ið er 34 ára gamal, telist millum […]

Læs mere

Fyrsti styrkurin komin

Síðan kappingin endaði hevur verið arbeitt við at fingið hópin til komandi ár uppá pláss. Onkur frágongd hevur verið, men nú gongur hinvegin. Vit kunnu boða frá, at vit hava skrivað ein eitt sáttmála við 27 ára gamla Henry Heinesen. Henry, sum einans hevur umboðað barndómsfelagið KÍ, er miðvallari, og røkir hann øll plássini á […]

Læs mere