Miðverjin funnin

Síðan tíðindi bórust um, at liðskiparin, og ársins leikari 2013, Høgni Zachariassen, ikki verður við í hópinum fyribils, hevur verið leitað eftir einum miðverja. Tey, ið hava lisið dystarfrásagnirnar, ella sæð venjingardystirnar, hava lagt til merkis, at ein John Daniel hevur verið við í fleiri av teimum. John Daniel Guðjónsson er eitt óskrivað blað í […]

Læs mere

Tveir nýggir sáttmálar skrivaðir

Vit hava skrivað sáttmála við 2 leikarar. Talan er um ein ungan leikara, og so ein, ið er komin aftur til ÍF. 17 ára gamli Levi Jøkladal fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í fjør, og nú hevur hann so longt sáttmálan, so hann eisini verður við í hópinum í ár. Vinstra beinti leikarin, […]

Læs mere

Ársins næstseinasti venjingardystur leiktur

Ársins næstseinasti venjingar dystur var spældur í gjárkvøldið við Løkin í Runavík. Dysturin varð spældur við øðrvísi skipan, tí at hvør hálvleikur var 60 minuttir, so dysturin tilsamans bleiv 2 tímar langur. Liðið hjá okkum var mannað av hesum 11 í fyrra hálvleiki: Predrag, Leivur, Poul, Bartal, Frank, Fritleif, Sjúrður, Ari, Dánjal, Andy og Adeshina. […]

Læs mere

Tveir venjingardystir spældir

Okkara menn hava spælt tveir vinardystir í vikuni. Tann fyrri var í móti B68, og endaði hann við einum 2-0 sigri til okkara menn. Hesin dysturin var endin av eini strævnari viku fyri leikararnar, men Alex var hóast tað nøgdur við dystin. Okkara lið var, sum vanligt í venjingardystum, mannað av næstan tveimum ymiskum liðum […]

Læs mere

Jan er aftur!

Hóast vit ikki væntaðu tað, so verður Jan Ó. Ellingsgaard aftur at síggja á liðnum í ár. Hann fær tó ikki byrjanina við, men kemur í hópin frá mei mánaða av. Jan hevur spælt fleiri av venjingardystunum, men fer niður aftur til Danmarkar at gera skúlan lidnan, áðrenn hann kemur heim aftur í mei. Dygdirnar […]

Læs mere

Niðurstøður av aðalfundinum

Aðalfundurin byrjaði við valið av fundarstjóra og fundarskrivara. Kristian Petersen bleiv fundarstjóri, ímeðan Ólavur Larsen tók sær av at fáa alt á pappír. Eftir at formansfrágreiðingina og roknskapurin varð lagdur fram, hevði nevndin tvey uppskot um lógarbroytingar frammi. Annað var at hækka lima- og luttøkugjaldið og tað seinna var at flyta aðalfundin, soleiðis at hann […]

Læs mere

Nýggja nevndin skipað

Í kvøld var aðalfundur á John’s Café. Longu áðrenn fundin var greitt, at Njal Reinert-Petersen ikki helt fram sum formaður. Eyðun Laksáfoss stillaði ikki uppaftur, meðan Magnus Jørmundsson hevði boðað frá, at hann trekti seg úr nevndini, av tí hann er búsitandi uttanlands. Sostatt skuldu 3 nýggj fólk finnast, og tey nývaldu eru Katrin á […]

Læs mere

VFF Cup verið um vikuskiftið

Árliga kappingin hjá Venjarafelagnum, VFF Cup, hevur verið um vikuskiftið. Vit luttóku, og spældu okkara menn 4 dystir. Dystirnir vóru spældir móti FC Suðuroy, HB, TB og AB. Alex valdi at stilla við sama liðið móti FC Suðuroy og HB, og mannaðu hesir 11 liðið: Pedrag, Leivur, John Daniel, Bartal, Jan, Sjúrður, Fritleif, Andy, Andrias, […]

Læs mere