Lutir til eydnuhjól

Leygardagin 9. mei skipar ÍF fyri eydnuhjóli í Mentanarhúsinum. Í hesum sambandi hava vit brúk fyri hjálp, so um onkur hevur lutir sum kunnu latast til endamálið, so eru tit vælkomin at lata teir til ÍF. Vit taka ímóti øllum frá: – leikutoy – klæðir – matvørur – møblar – bøkur – ting – fløgur […]

Læs mere

Nenad gjørdi ársins mál

Grannaupgerðin millum Víking og ÍF í Fløtugerði í kvøld var ótrúliga spennandi, og áskoðararnir fingu nógv fyri tær 80 krónurnar, ið teir høvdu goldið fyri atgongumerkið. Dysturin, ið byrjaði kl. 18.30, varð liðugur kl. 21.30 – heilar tríggjar tímar. Fuglfirðingar vistu, at Víkingur er eitt sterkt og gott lið, ið hevur tann rætta hugburðin og […]

Læs mere

ÍF steðgaði sigurðgongdini hjá B 36

Rættiliga nógv fólk varð møtt upp í Fløtugerði í dag at hyggja eftir dystinum millum B 36 og ÍF. Veðrið var av tí allarbesta, sólin kagaði fram viðhvørt, og áskoðararnir vóru í góðum hýri. Fuglfirðingar vistu, at tað var ein torfør uppgáva at vinna á oddaliðnum B 36, sum enn ongan dyst hevur tapt í […]

Læs mere

Dýrur sigursdystur hjá ÍF

Líkindini at spæla fótbólt í dag vóru ikki av teimum bestu. Apríl er ongantíð at líta á, soleiðis varð eisini í dag. Viðhvørt kagaði sólin fram, og næstu løtuna var heglingur – jú, hann prílaði so sanniliga. Sjáldsama fáir áskoðarar vóru í Fløtugerði í dag, og tað fall mongum fyri brósti, hvussu fáir klaksvíkingar vóru […]

Læs mere

Nýtt ÍF lið móti B 71

Ikki fyri at taka nakað frá B 71 leikararum, so varð væntað, at ÌF, sum er í bestu deildini, fór at vinna á B 71, ið spælir í næstbestu deildini. Tó var eingin fullvissa um tað, tí B 71 hava áður víst, at seiggj er í liði teirra. Í 1989 megnaðu sandoyingar at gerast Føroyameistarar […]

Læs mere

Spennandi dystur á Argjum

Striltið gongur hjá okkara liði at vinna nakran dyst.Vit hava tapt ein dyst móti NSÍ, allar hinar hava vit spælt javnt.Tað skal leggjast aftrat, at allir okkara dystir, uttan ein, hava verið útidystir, so í so máta hava vit ikki verið hepnir. ÍF- liðið hevur nógvar góðar leikarar, og viðhaldsfólk liðsins høvdu helst væntað meira […]

Læs mere

Landsliðsleikari skrivað langtíðarsáttmála.

Vit kunnu í dag almannakunngera, at vit hava skrivað ein langan sáttmála við ein leikara, ið má sigast at verða ein profilur á liðnum. Umframt at hava spælt 4 A-landsdystir og 11 U21 landsdystir, har hann eisini var liðskipari, má Gilli R. Sørensen teljast millum mest spennandi leikarar, ið føroyskur fótbóltur hevur at bjóða. Seinnu […]

Læs mere