Clayton enn eitt ár!

Í gjár bórust tey gódu tídindi, at verjuskansin Poul hevdi skrivad undir sáttmála, sum inniber at hann eisini er ÍF’ari komandi kappingarár. Aftur í dag hevur tad eydnast ÍF-nevndini at fáa leikara at leingja um sáttmálan til 2016. Talan er um ongan minni enn toppskjúttan og ársins leikara frá 2012 – Clayton Soares do Nascimento! […]

Læs mere

Poul N. Mikkelsen eisini í 2016

Júst úttikni U21 landsliðsleikarin, Poul Nolsøe Mikkelsen, eisini nevndur “Nøddi”, hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við ÍF fyri 2016. Sterki miðverjuleikarin úr Klaksvík hevur leikt 67 dystir fyri effodeildarlið okkara. Eitt mál hevur hann skotið, og tað var í 2013 móti Víkingi – tá vunnu vit 2-1. Vit ynskja Poul hjartaliga tillukku við sáttmálanum, […]

Læs mere

Spennandi seinni hálvleikur í Fløtugerði í brennadi sól

Væl av áskoðarum vóru møttir í Fløtugerði í dag. Dystirnir millum HB og ÍF í Fuglafirði eru altíð spennandi, og sjáldsami gestur okkara í ár, sólin, skein oman og niðan, og fólk vóru í góðum hýri. Um fyrra hálvleik kunna vit siga, at okkara lið ÍF, tóktist rættiliga ráðaleyst, og spældi ógvuliga tilvildarliga. Samanspælið millum […]

Læs mere

Hví gongur tað ikki betur hjá ÍF ?

Í dag leikti okkara lið í Sarpugerði, og satt at siga vóru tað mong, ið væntaðu ein javnan og góðan dyst, tí ÍF – liðið hevur aloftast fingið rættiliga góð úrslit í Sarpugerði, men so bleiv ikki, vit komu innaftur um Varmakeldueiði við einum 4 – 2 tapi, ið varð alt ov nógv. Víkingur er […]

Læs mere

ÍF vann stórsigur á EB/Streymi

So bragdaði aftur hjá ÍF, sum ta seinastu tíðina hevur verið niðri í einum aldudali. Dysturin í Fløtugerði varð leiktur í oysandi áarføri, og hóast vánaveður, so var bara væl av áskoðarum møttir. ÍF – liðið byrjaði dystin nógv betur enn EB/Streymur liðið. Álopini skolaðu í áarførinum móti EB/Streymi, men striltið gekst at fáa bóltin […]

Læs mere

Er ÍF – liðið í kreppustøðu ?

Tað sær alt annað enn gott út hjá ÍF – liðnum, sum í tveimum teimum seinastu dystunum hevur tapt 9 – 1, móti liðum, ið liðið vanliga plagdi at fáa góð úrslit ímóti. Í dag varð leikt móti NSÍ, ið hevur ment seg ómetaliga nógv hetta kappingarárið, og liggur nú á odda saman við B […]

Læs mere

ÍF – liðið fellur ikki í fátt

Væl av fólki var savnað í Gundadali á ólavsøku, tá ið B – 36 og ÍF spældu. Satt at siga, hevði eg væntað ein javnan og góðan dyst. Seinast hesi liðini møttust í Fuglafirði, vann ÍF 3 – 1, ið var fult uppiborið, og tí varð væntað, at dysturin í Gundadali fór at gerast javnur […]

Læs mere