Bronsa til 2. deild hjá kvinnum

2. Deild kvinnurnar hjá ÍF/Víkingi vunnu í gjár bronsumedalju í landskappingini. Undan dystinum lá liðið á einum fjórða plássi, við 19 stigum, sama stigatal, sum B36 á triðja plássi. Og var tað júst B36, sum dysturin í dag var leiktur ímóti. Dysturin endaði 1-0, við einum málið frá Kristinu Friang Obradovic, og megnaðu tær við […]

Læs mere

Seinasta freist leygarkvøldið!

Sum kunnugt verður ársveitslan hjá felagnum leygarkvøldið 3. oktobur kl. 19.00 í Mentunarhúsinum. Atgongumerki eru til sølu fyri 300 kr. í FK og Haraldsen til í annaðkvøld kl. 22.00, og í John’s til sunnukvøldið kl. 22.00. Á skránni verður millum annað: 3. rættar matskrá, ið Jákup Arnholdt Lambaa borðreiðir við Ársins leikarar hjá kvinnum og […]

Læs mere

Ágrýtið ÍF – lið á Argjum.

Málmaðurin hevði ein branddyst. AB – liðið hevði nógv at stríðast fyri. Vann liðið í dag, so vórðu teir vissir í, at teirra lið helt fram i bestu deildini komandi kappingarár.… ÍF – liðið er tryggjað at verða í bestu deildini komandi ár, so liðið hevði ikki so nógv at spæla fyri. So skjótt dysturin […]

Læs mere

Enn ein málverji

Sjálvt um flytingarvindeygað er latið aftur, so kunnu feløg søkja um undantaksloyvir, tá talan er um málverjar. Vit hava staðið í teirri støðu, at tá Predrag gavst, so kom Tóri í hansara stað. Hallgrím er tíverri so mikið illa skaddur, at hann ikki kemur at spæla aftur í ár. Ein málverji í einum hópi er […]

Læs mere

Skifting á málverja plássinum

Sum slaturin hevur ljóðað, so skal tað hervið verða váttað, at Predrag Markovic er givin í felagnum. Predrag, sum hevur spælt 20 dystir fyri okkum í ár, valdi eftir dystin móti TB at takka fyri seg. Høvuðsorsøkin var hon, at koyringin millum Havnar og Fuglafjørð fór við ov nógvari tíð. Vit skulu nýta høvið at […]

Læs mere

Eitt stríðshugað ÍF – lið

Tað skal dirvi til at átaka sær uppgávuna at venja eitt lið í bestu deildini. Uppaftur størri dirvi og áræði skal til at átaka sær uppgávuna, tá ið bert tríggir dystir eru eftir at spæla í kappingarárinum. … Hetta dirvi áttu Jákup Mikkelsen og Ólavur Larsen, ið hava átikið sær uppgávuna sum ávikavist høvuðsvenjari og […]

Læs mere

Ólavur hjálparvenjari

Vit hava í kvøld gjørt avtalu við Ólav Larsen um at verða hjálparvenjari. Ólavur er eitt kent andlit í Fuglafirði og ikki minst í ÍF. Hann sat sum formaður í 4 ár, hevur verið ungdómsvenjari í fleiri ár, umframt at hann ein part av árinum í ár hevur tikið sær av øðrum liði hjá okkum. […]

Læs mere

Venjarin settur

Í kvøld er gjørd avtala við nýggja venjaran. Talan er um ein kenning í felagnum, sum eisini telist millum størstu nøvn í føroyska fótbóltsheiminum. Nýsetti venjarin er eingin minni enn málmanslegendan Jákup Mikkelsen, sum eisini spældi við okkum frá 2010-2014, tá ein long leikara yrkisleið endaði. Jákup hevur tikið neyðugu útbúgvingarnar, ímeðan hann sjálvur spældi, […]

Læs mere
Alex Jovevic - andlitsmynd

Samstarvið við venjararnar er endað

Vit skulu í kvøld boða frá, at samstarvið við venjaratoymið, Aleksandar Jovevic og Poul Ennigarð er endað. Teir báðir hava staðið við ábyrgdini av framsta liðnum hjá okkum í ár. Nýggjur høvuðsvenjari verður kunngjørdur í næstum.

Læs mere