Ungur leikari longt

Vit kunnu í morgun fortelja, at vit hava skrivað sáttmála við Andrias Poulsen. 18 ára gamli kambsdalsbúgvin fekk sínar fyrstu dystir í fremstu deildini í 2014, tá hann í hálvuni kom aftur úr NSÍ. Í ár hevur hann spælt 3 dystir á fremsta liðnum. Andrias hevur eisini verið á U17 landsliðnum, har hann hevur spælt […]

Læs mere

John Daniel í 2016

Eftir at sáttmálin við Leivur Joensen kom uppá pláss, hevur nevndin gjørt skjótt av, og longt leigusáttmálan, sum felagið hevur havt við KÍ, um leigu av verjuleikaranum John Daniel Guðjonsson. Leigusáttmálin er longdur, so at John Daniel eisini verður við okkum komandi ár, og her frá skal eitt stórt takk ljóða til KÍ fyri gott […]

Læs mere

Enn ein longt

Tað hevur verið nógv skrivað og gitt um framtíðina hjá okkara U21-landsliðsleikara Leivur Joensen. Í kvøld hevur hann sett sína undirskrift á ein sáttmála, sum inniber at Kambsdalsbúgvin eisini verður at síggja í reyða ÍF búnanum komandi ár. Høgri bakkurin, sum hevur ment seg til at vera eina av týdningarmiklastu leikarunum, bæði okkara liði og […]

Læs mere

Verjan styrkt

Í kvøld er enn ein leikari komin til okkum. Talan er um royndan mann, sum hevur spælt 282 dystir í fremstu deildini, og var við í øllum 27 dystunum í farna kappingarárið. Leikarin, sum verður at síggja í Fløtugerði, er eingin annar enn Alex José dos Santos. Brasiliumaðurin, ið er 34 ára gamal, telist millum […]

Læs mere

Fyrsti styrkurin komin

Síðan kappingin endaði hevur verið arbeitt við at fingið hópin til komandi ár uppá pláss. Onkur frágongd hevur verið, men nú gongur hinvegin. Vit kunnu boða frá, at vit hava skrivað ein eitt sáttmála við 27 ára gamla Henry Heinesen. Henry, sum einans hevur umboðað barndómsfelagið KÍ, er miðvallari, og røkir hann øll plássini á […]

Læs mere
Jákup Mikkelsen - andlitsmynd

Hjálparvenjarin settur

Vit hava í kvøld skrivað sáttmála við nýggja hjálparvenjaran. Maðurin, sum kemur at hjálpa Jógvan Martin, er Jákup Mikkelsen. Jákup tók við síðstu dystirnar í ár, og hevur játtað at verða hjálparvenjari fyri komandi ár. Jákup hevur verið hjá okkum í 6 ár nú, og kennir felagið væl. Tað er gleðiligt, at eitt samstarv kann […]

Læs mere

Ótrúligt sum fótbólturin hevur ment seg nógv

Óivað eru føroyingar, ið sóu dystin millum Rumenia og Føroyar, vónbrotnir, tí allir høvdu vit væntað eitt frægari úrslit. Móti Ungarn vórðu vit snýttir fyri eitt brotsspark og taptu dystin 2 – 1. Men var tað ikki eitt heiðursligt úrslit ?… Grikkaland vunnu vit bæði í heima – og útidysti. Í kvøld var okkara lið […]

Læs mere

Hálvhjartað leikgongd í Fuglafirði.

So varð seinasti dystur í bestu deildini leiktur í Fløtugerði í Fuglafirði. B 36 hevði ikki nógv at stríðast fyri, tí liðið er vorðið føroyameistarar, eins og ÍF – liðið heldur ikki hevði nakað at stríðast fyri, tí eingin vandi var fyri at liðið fer niður. Hetta sást týðuliga í dystinum í dag, bæði liðini […]

Læs mere

Ársins leikarar 2015

Eftir at avdúkingarnar til komandi ár høvdu verið, bleiv ársins leikari valdur. Felags fyri leikararnar, ið blivu nr 1, 2 og 3 er, at allir hava verið í topp 3 fyrr. Nummar 3 við 61 stigum bleiv varaliðskiparin Frank Poulsen. Raski miðvallarin, sum eisini hevur passað onnur pláss á vøllinum, spældi í ár 22 dystir […]

Læs mere

Lítlibeiggin eisini reyður!

At leikarar vísa felagnum áhuga er altíð gleðiligt. Tí er tað eisin við stórari gleði, at vit kunnu almannakunngera, at Ari Ó. Ellingsgaard eisini verður at síggja í reyða ÍF búnanum komandi ár. Fótbóltsligu evnini hjá 22 ára gamla Kambdsdalsbúgvanum er helst eingin ivi um longur. Ari, sum hevur spælt 122 dystir og skotið 12 […]

Læs mere