Nú kom róp í…

Eftir at hava verið í fremstu deildini í 10 ár rakk tað ikki til meir, tá vit fluttu niður í ár. Síðan kappingin endaði hevur verið friðarligt, hvat fyrireikingum til komandi ár viðvíkur. Nú eru tó tíðindi at frætta um komandi árini. Jógvan Hendrik Samuelsen, ið vanliga verður róptur Hegga, kemur at standa á odda […]

Læs mere

Høvuðsungdómsvenjari til ÍF

Vit leita eftir tær, sum hevur hug og hegni, at starvast nógv á vøllinum við nógvum børnum í aldrinum frá 6 til 16 ár. Tú dugir at leggja eina venjingarætlan til rættis fyri øll barna og ungdómsliðini, har tú eisini kemur at arbeiða tætt saman við øllum ungdómsvenjararnum hjá felagnum. Krøv UEFA A-license ella B-license […]

Læs mere

Hugleiðing hjá einum fjeppara fyri kappingarárið 2017

Nú heystið er farið at halla og veturin spakuliga byrjar at banka upp á, hevur hetta eisini við sær, at fótbóltskappingarárið 2017 spælir sítt síðsta vers. Um vit hyggja eftir støðuni hjá monnunum, so hevur tað ikki verið serliga hugaligt farna árið. Áðrenn síðsta leikumfar hava besta og næstbesta lið bert megna at fingið 12 […]

Læs mere

ÍF fingið nýggja nevnd

Hósdagin 7/9 hevði ÍF eykaaðalfund. Mál á skránni var val av limum og eykalimum í høvuðsnevndina. Tey ið ikki tóku við afturvalið vóru: Durita Toftegaard, Tórmóð Traðará og Edva Jacobsen. Tey ið vóru í uppskotið til nevndina, vóru Dan Petersen, Birgar Larsen, Georges Rouah og Hildigarð Eliasen. Leif André var í uppskotið til tiltakslim. Í […]

Læs mere

Nýggur eyka aðalfundur

Av tí at ikki eydnaðist at manna nevnd í eykaaðalfundinum verður lýst við nýggjum fundi. Eykaaðalfundur verður mikukvøldi 6 sep. kl 19.00 í ítróttarhúsinum. Nevndin ÍF fótbóltur

Læs mere

ÍF-arnir vóru óførir í dag

Dystirnir móti HB – liðnum í Fuglafirði hava nú í mong ár verið sera undirhaldandi og væl leiktir. Mong vóru tey, ið hugsaðu, at hesaferð verður øðrvísi, tí HB er í einum góðum stima, hevur vunnið sjey dystir á rað, men ÍF-ararnir lítið og einki hava víst. Men soleiðis bleiv ikki, botniðið ÍF vann dystin […]

Læs mere

Eykaaðalfundur

Á seinasta aðalfundi í februar mðn. í ár bleiv ein broyting gjørd. Samtykt var at hava eykaaðalfund í august, har val av nevndarlimum er á skrá. Vanligi aðalfundurin í februar kemur at halda fram sum áður. Tá verður rokniskapurin lagdur fram. ÍF hevur eykaaðalfund mánakvøldið 28 aug. kl 19.00 í ítróttarhúsinum. Á skráð : val […]

Læs mere

Sær dapurt út hjá ÍF

Illa hevur gingist hjá ÍF-liðnum í ár. Eru á seinasta plássi við bert seks stigum og trupult verður at sleppa undan niðurflyting í ár. Seinasta leygardag spældi ÍF móti Skála, og mangir fuglfirðingar væntaðu ein ÍF-sigur, tí okkara lið hevði heimadyst, men so bleiv ikki. Meginpartin av fyrra hálvleiki átti ÍF-liðið og spældi sera væl. […]

Læs mere

Samstarvið við venjararnar endað

At fótbóltur er ein ítróttur, ið er tengdur at úrslitum, hevur mangan havt fylgjur við sær. Bæði positivar og negativar fylgjur. Í kvøld mugu vit tíverri boða frá, at samstarvið við venjaraparið hjá fremsta mansliðnum hjá okkum, Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen, er endað. Samstarvið er endað í sátt og semju við allar partar, og […]

Læs mere