ÍF – KÍ

Hvat ger ÍF nú ? Tað sær einki út hjá ÍF í Effodeildini í ár. Ikki tí, mong íf-viðhaldsfólk stúrdu fyri hesum, tí ikki færri enn fýra spælarar fóru aðrastaðni at royna seg, og tveir mistu vit á stokkinum, tí teir høvdu ikki síni pappír um spæliloyvir í lagi, so einki spurdist burturúr. Peningur í […]

Læs mere

Dystarfrásøgn ÍF – EB/Streymur

Enn er bót á borðið ÍF – viðhaldsfólkini fóru tung í huga úr Fløtugerði í dag, tá ið ÍF-liðið tapti 2-1 móti EB/Streymi, liðið sum fuglfirðingar vunnu 3-1 á seinast teir spældu móti teimum. Dysturin í dag var vánaligur, nakað av tí vánaligasta vit hava sæð í Fløtugerði í langa tíð. Fyrri hálvleikur var syndarligur, […]

Læs mere

Frederik skrivað undir

Eftir at hvørki Clayton Soares ella Adeola Runsewe fekk neyðugu loyvini til at spæla fótbólt í ár, hava vit mangla ein veruligan áleypara. Í kvøld er avtala undirskrivað við danan Frederik Selch Poulsen, sum kemur til okkum úr danska felagnum Vejgaard. Danin, ið verður lýstur sum ein arbeiðssamur og sterkur leikari, røkir umframt bæði vongplássini […]

Læs mere

Dystarfrásøgn 07 Vestur – ÍF

Betra liðið tapti Í dag spældi ÍF í Sørvági móti 07- Vestur. Tað hevur verið baldrut hjá ÍF- liðnum í ár, einki tykist at bera til, heldur ikki í dag, og nú liggur ÍF- liðið langt niðast á stigatalvuni. ÍF- liðið hevði yvirvág í spæli allan dystin – serliga í seinna hálvleiki, har ÍF- álopini […]

Læs mere

Bussferð til Sørvágs mikudagin

ÍF skipar fyri bussferð til Sørvágs mikudagin tann 14.06. Komið við og stuðli okkara liðið mikukvøldið kl. 18.00 móti 07 Vestur. Bussur koyrir ókeypis við fjepparum, frá Mentanarhúsinum kl. 16.45 Tekningarlistið liggur frammi hjá Haraldsen og hjá FK.

Læs mere

Eyðmýkjandi dystur fyri ÍF-liðið

Í besta veðri í dag, spældu suðuroyingar og fuglfirðingar í Fløtugerði. ÍF- fjepparar væntaðu ein góðan og javnan dyst í dag, men so bleiv ikki, suðuroyarliðið smurdi okkara lið av við ikki minni enn 4-0. Eitt eyðmýkjandi úrslit fyri ÍF-liðið, ið liggur niðast á stigatalvuni. ÍF- fjepparar fóru vónbrotnir úr Fløtugerði, meðan suðuroyarfjeppararnir vóru í […]

Læs mere