Leivur Frederiksen í KvF hevur hetta boðið á heimasíðuni hjá FSF

Hesin dysturin verður helst tættur. AB hevur ment seg ótrúliga nógv, og teir vóru óhepnir ikki at fáa eitt ella trý stig í Gundadali móti B36.

ÍF er á heimavølli og fuglfirðingar skulu vinna, um teir skulu halda lív í FM-dreyminum. Eg vænti ein heimasigur, men neyvan við meira enn einum máli.