Print Friendly, PDF & Email

Jákup Ósa, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum, skrivar soleiðis á ffs.fo

Móti EB/Streymi sóu vit, at hópurin hjá ÍF er ikki so breiður, tí tað merktist, at onkrir av útisetunum ikki komu heim til dystin. Hinvegin er ÍF eitt nógv betri lið enn 07Vestur sjálvt um teir mangla onkrar leikarar. 07Vestur kann sjálvsagt fáa eina vón, um teir vinna móti Víkingi áðrenn hendan dystin. Men eg vænti ikki, at 07Vestur fer at nærkast nøkrum liði uppiyvir niðurflytingarstrikuni. ÍF skal hava ein sigur bæði fyri at varðveita FM vónina og fyri framhaldandi at vera tryggir á 2. plássi og alt talar fyri einum heimasigri.