Tróndur Arge úr Miðlahúsinum sigur soleiðis á fsf.fo um 24. umfar

Víkingur hevur mist flogið, meðan ÍF stríðist fyri at halda lív í gulldreyminum. Fleiri spælarar hava leikbann til hendan dystin. Fyri Víking mangla Hans Jøgen Djurhuus og Kaj Leo Í Bartalsstovu, meðan ÍF er uttan Høgna Zachariasen, Jan Ellingsgaard og Ara Ellingsgaard.
Hetta er ein størri saknur fyri ÍF, tí Atli Gregersen kemur í Hans Jørgen’sa stað, meðan Kaj Leo Í Bartalsstovu ikki hevur verið í essinum í seinastuni, meðan Høgni, Jan og Ari allir hava lyklaleiklut á liðnum há ÍF.
Bæði liðini spældu undir miðal farna umfar, men eg vilji at siga, at ÍF vinnur hendan dystin. Teir eru nummar tvey og hava seinastu tvey árini fingið týdningarmikil úrslit.