Valið er av, og nú kunnu vit flyta fokus á tað, sum veruliga gevur lívinum innihald: fótbólt!

Í kvøld hava vit skriva undir 3 sáttmálar við leikarar.

Tóri Traðará er 20 ára gamal málmaður, sum tvey tey seinastu kappingarárini hevur gjørt vart við seg á besta liðnum hjá okkum. Higartil er hann skrásettur fyri 5 dystir í effodeildini, umframt 26 dystir fyri annað liðið hjá okkum, sum komandi ar skal leika í næstfremstu deildini á fyrsta sinni. Tóri hevur sett sítt navn á ein 2 ára sáttmála við barndómsfelagið, og einasta felag, hann hevur umboðað.

Næsti maður at skriva undir í kvøld er klaksvíkingurin Gunnar Christiansen. 24 ára gamli bakkurin, sum kom til okkum upp til júst undanfarna kappingarár, spældi 15 dystir í ár, harav 12 av teimum vóru í effo-deildini. Tíverri gjørdi ein skaði, at hann ikki fekk spælt teir seinastu dystirnar í ár, men avrikini áðrenn skaðasteðgin vóru nóg sannførandi til, at hann vildi leingja samstarvið við okkum. Gunnar hevur skrivað ein 1 ára sáttmála.

Síðsti maður at skriva undir í kvøld er ein royndur maður. 28 ára gamli Kristoffur Jakobsen, sum á ársveitsluni bleiv kosin sum næstbesti leikari í undanfarna kappingarári. Kristoffu leikti 26 dystir í effo-deildini í ár, og verður komandi ár hansara fjórða í reyðu blusuni. Kristoffur skrivaði undir ein 1 ára sáttmála.

Vit skulu nýta høvi at ynskja Tóra, Gunnar og Kristoffur hjartaliga tillukku við sáttmálunum, og vit gleða okkum til komandi ár.

Koyr á, ÍF!