Print Friendly, PDF & Email

Kappingin byrjar um eina viku, og eru vit øll sera spent, at síggja okkara reyðklæddu hetjur spæla fyrsta dystin við Stórá. Venjingarnar eru komnar væl áleiðis, og hava nakrir leikarar verið við í uppstartinum uttan at hava skrivað undir sáttmála. Fýra av hesum leikarum hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2017. Talan er um 4 leikarar, ið allir eru úr Fuglafirði.

26 ára gamli Dánjal á Lakjuni, ið giftist fyri kortum, hevur verið ein trúgvur leikari seinastu nógvu árini. Síðan 2009 hevur hann verið fastur fúsur hjá okkum, fyri uttan fyrru hálvu í 2013, tá hann royndi seg í íslendskum fótbólti. Tilsamans hevur raski og treiski framrættaði leikarin spælt 181 dystir í fremstu deildini, og hevur hann skotið 32 mál.

Á 2. deildarliðnum, sum flutti upp í fjør, var 19 ára gamli kambsdalsbúgin Sámal Joensen ein profilur á liðnum. Skilagóði og tekniskt sterki miðvallarin spældi 17 av 18 dystum, og hevur spælt so at siga allar venjingar dystirnar í uppstartinum í ár. Hetta verður fyrsta árið hjá Sámal á fremsta liðnum, har stóribeiggin Leivur og mammubeiggin Høgni Zachariassen áður hava roynst væl.

Ein av okkara leikarum, ið eisini hevur samlað sær nógvar royndir á fremsta liðnum, er 32 ára gamli Áki Petersen. Stinni bakkurin við tí kalda høvdinum og eyðkendu dig-dig fintuni hevur spælt tilsamans 189 dystir í fremstu deildini. Fyri uttan kappingarárið 2002, tá hann var á Skála, hevur hann einans umboðað okkum í fremstu deildini.

Fjórði og síðsti leikarin í hesum umfari, sum hevur skrivað undir í kvøld, er Bergtór Torsteinsson Thomsen. Miðverjin var eisini á 2. deildarliðnum, sum flutti upp í fjør, og hevur saman við Sámal vant allan uppstartin. Bergtór, sum er 22 ára gamal, fer undir sítt fyrsta ár á fremsta liðnum, har pápi hansara, Torstein Joensen, í fleiri ár var liðskipari.

Vit ynskja Dánjal, Sámal, Áka og Bergtór hjartaliga tillukku við sáttmálunum, og gleða okkum til kappingin byrjar.

KOYR Á, ÍF!