ÍF-KÍTá ið KÍ í 55. min. skoraði til 0-3, sat tú við hesi løgnu kensluni av, at tá ið okkara menn spæla væl, tapa teir. Soleiðis hevði verið í dystunum heima í móti HB og úti í móti Víkingi. Men tíbetur skuldi so ikki vera.

Teir fyrstu minuttirnar høvdu vit trýstið á teirra mál, og einar tvær ferðir vóru um at spæla okkum til góðar málmøguleikar, men neyvleikin manglaði.  Tá ið KÍ legði seg fram um í 12. min, kom málið sum snarljós av klárum himni.  Kíararnir fóru í álop í høgru síðu, men at síggja til tóku okkara verjuleikarar ikki uppgávuna í nóg stórum álvara, og so kundi Álvur  Christiansen leggja KÍ á odda. Okkara menn tyktust at vera skelkaðir, og gestirnir sluppu at vísa góðan fótbólt. Men so broyttist spælið. Vit fóru fram á vøllin, og løgdu teir undir eitt áhaldandi trýst, har vit fleiri ferðir vóru um reppið at skora, men Meinhard í KÍ málinum bjargaði væl. Í einum føri bjargaðu teir á sjálvari málstrikuni. Møguleikarnir vóru stórir til bæði at javna og at leggja okkum á odda, men í ávísum støðum var ov nógv digg/innandurðafótbóltur.  Áhaldandi trýstið gjørdi, at okkara menn lógu rættiliga frammalaga. So hendi tað, sum ikki mátti henda. Beint fyri hálvleik gippa teir bóltin inn um verjuna, har kapprenning bleiv um bóltin. Leivur og Álvur náa hann samtundis, men tá hevði okkara annars frálíki málmaður tikið tað skeivu avgerð eisini at fara eftir bóltinum. Jákup gert ov seinur og so stóð málið tómt og gapaði, so var støðan 0-2. Málskjúttin var Páll Klettskarð.

Fyrstu min. av seinna hálvleiki hendi ikki tað stóra, men tá ið 55 min. vóru spældir, gjørdist mótbrekkan enn brættari. Enn einaferð fóru gestirnir fram í okkara vinstra borði, og okkara verjuspæl? Mangli orð. Páll Klettskarð fekk lættastu uppgávuna at skjóta KÍ 3-0 framum. Flest lið høvdu helst givið skarvin yvir, men ikki okkara. Frá afftasta manni til fremsta sást viljin at fáa KÍ aftur. Tá um tími var spældur, fór Atli Danielsen harðliga inn í ein av okkara monnum, og dómarin dømdi fríspark, samstundis sum Atli fekk gult kort. Frísparkið tók Clayton, og hann gjørdi ikki mætari enn at bumba bóltin í netið. Okkara leikarar vóru ovurfegnir, og á bakkanum kókaði áskoðarafjøldin. Nógv bleiv lagt fyri, men tað gjørdi samstundis, at KÍ kundi kontra. Okkara vinstri partur av verjuni vísti tíverri ikki gott spæl í dag, og var tað ikki fyri stórbjarging frá Jákupi, hevði Álvur skorað til 1-4. Okkara men gjørdu skjótt av og fingu innkast frammi í høgra horni. Ari ger skjótt av og kastar til Høgna M., sum snara sær á og sparkar ein fínan bólt innfyri, har Clayton er fyrstur og skallar bóltin flott í málið til støðuna 2-3. Spældir vóru 70 min. og nógv tíð eftir. Løtu seinni vinnur Poul bóltin á miðjuni, og hegnisliga spælir hann bóltin upp um KÍ-verjuna, har Øssur før spenandi. Meinhard kom stormandi út úr málinum, men Øssur kláraði hegnisliga at sparka bóltin upp um hann. Tíverri fór bólturin á yirliggjaran og út, men Clayton er ikki málrevur av ongum. Sum ein køttur rann  hann í móti bóltinum, og í tí Clayton skal sparka bóltin í tóma málið, verður hann feldur av Heðini, sum eisini fær gult kort. Brotssparkið knallaði Øssur í málið.  3-3!!! Upp á 25. min hevði ÍF vent eitt lemjandi tap til javnleik. Liðið luktaði blóð og nógv blei lagt fyri. Bara minuttin eftir javnanin málið, far Jákup bóltin, og hann ger ikki mætari enn at ramma til bóltin, sum kemur niður í vøllin nakað uttan fyri 16 meturin. Clayton rennur aftaná og vinnur nærdystin Jógvan isaksen. Ì tí at Clayton skal fara inn í 16 meturin eftir bóltinum, fellir Jógvan Clayton. Fríspark til okkum og reytt kort til KÍ. Nú hugsaðu fleiri, at Clayton fór at skjóta, men so var ikki. Ungi og enaríki Leivur, ið hevur gott skot, skjeyt. Bólturin hevur helst ferðast løgið, tí meinhard fekk akkurát sligið bóltin til horna.
Øði var um at koma í grindina, tá ið Høgni M. taklaði Ivan av vøllinum. KÍ venjarin leyp algoystur inn á vøllin, og Ivan máttu haldast. Dómarin gjørdi einasta rætta, og gav báðum spælarunum gula kortið.
Seinasta heilt stóra møguleikan fekk kÍ, tá Bartal í seinastu løtu í kendum stíli í einari skreiðandi takling vann bóltin frá einum annars púra leysum Kíara.
Myndirnar her hevur Norðlýsið tikið.
[slideshow id=6]