Print Friendly, PDF & Email

670 dystir í bestu deildini lagdir afturat hópinum!

Til tiltak, ið var í Mentunarhúsinum í dag, vóru ikki færri enn 670 dystir lagdir afturat núverandi ÍF hópinum. Talan er um 3 kenningar, ið allir hava drúgar royndir á besta liðnum.

Mr. ÍF, Bartal Eliasen, hevur sett sína undirskrift á sáttmála, ið merkir, at hann tekur enn eitt tørn fyri barndómsfelagið. Krútsterki verju leikarin, ið eisini er mest skorandi ÍF’ari nakrantíð – tey flestu nokk við høvdinum – er 37 ára gamal, og er millum royndastu leikararnar vit hava á Føroya landi.

Ársins ÍF’ari 2013, liðskiparin og erligasti leikarin í Effo-deildini, Høgni Zachariassen, setti eisini sítt X við ÍF fyri 2014. Albert Ellefsen, tók heitið sum Mr. ÍF, og gav tað til liðskiparin, og verður ringt at koma uttan um Høgna og Bartal, tá tað heitið skal gevast.

Triði maðurin er ikki ókendur á okkara leiðum. Tann tvøri, raski og maðurin við tí gylta høgra beininum, Frank Poulsen, kemur aftur at spæla við okkum í ár. Frank misti tíverri fyri okkum, alt kappingarárið við skaða, men hevur valt at venda aftur til besta liðið hjá okkum fyri 2014. Paul Scholes er ikki hansara fyrimynd fyri einki.

Vit ynskja Frank, Høgna og Bartal hjartaliga tilukku við sáttmálunum, og gleða okkum til komandi kappingarár, ið fer av bakkastokki um 2 vikur. Hetta verða somuleiðis síðstu sáttmálarnir, ið verða skrivaðir fyri 2014.

Koyr á, ÍF!