Print Friendly, PDF & Email

Vit byrjaðu við hesum inni: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Hanus Thorleifsson, Ari Ó. Ellingsgaard, Poul N. Mikkelsen, Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares.
Útskiftingar:
61. min: Hanus Thorleifsson/Aleksandar Jovevic
66. min: Ari Ellingsgaard/Heri H. Nesá
79. min: Øssur Dalbúð/Áki Petersen

Aftur ein javnleikur, men nú í einum dysti, har lítið skipað spæl var at síggja. Aldursforrsetin í føroyskum fótbólti, TB, var væl betra liðið, og eiga teir ikki at vera nøgdir við einans at fáa 1 stig.

Tað tyktist sum vit vóru farnir til Suðuroyar at fáa javnleik, tí lítið og einki sást til okkara álopsspæl. Ikki fyrr en vit gjørdu tríggjar skiftingar í seinna hálvleiki, kom bit í liðið og avleveringarnar raktu ætlaða mannin. Aftan fyri við tveimum málum og einans 10 minuttir vóru eftir, tá ið Áki kom inn. Tað gingu einans fýra min., so hevði Áki minkað um munin, eftir at hann hevði fingið eina fína avlevering frá Nenad. Endurreisnin frá KÍ dystinum hevur helst hjálpt upp á trúnna, og okkara menn løgdu nógv fyri. Bartal bleiv settur fram í álopið at kappast í móti Óla Johannesen um innleggini. Óli hevði verið so næsvísur at skalla bóltin í okkara mál, so Bartal hevði eitt roknistykki, ið ikki var liðugt, fyrr en dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.  Tá ið klokkan vísti 86 minuttir, fingu vit horna. Vit hava verið raskir at fingið mál upp á horna, og høvdu fleiri mans í 16 metrinum hjá TB. Bólturin kom innfyri, har tað tyktist sum um Óli skuldi vinna, men Bartal vildi tað øðrvísið og við einum megnar skallara stútaði hann bóltin í málið. Tað, ið eftir var av dystinum, hevði lítið upp á seg, so tá ið dómarin floytaði dystin av, var støðan:
Óli Johannesen – Bartal Eliasen: 1-1
TB – ÍF: 2-2

Myndin hevur sudurras.fo tikið