adidas summar cupNú kunnu lið tekna seg til stóru barna- og ungdómskappingina, sum B36 skipar fyri í juli mánaði

Leygardagin 12. juli 2014 skipar B36 á fyrsta sinni fyri Adidas Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. Kappingin verður skipað eftir sama leisti sum eitt nú Dana Cup og Pondus Cup, ið túsund tals av føroyskum ungdómum hava luttikið í.

Kappingin verður sett leygardagin 12. juli kl. 10.00 av borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, Heðini Mortensen. Eftir hetta byrja fótbóltsdystirnir fyri allar aldursbólkar í Gundadali og á Tórsvølli.

Hetta er fyrsta árið, ið kappingin verður fyriskipað, men ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, ið skal gerast ein fastur partur av føroyska summarinum, ið børn og ung kunnu gleða seg til hvørt ár.

Kappingin er fyri aldursbólkarnar U6, U8, U10, U12, U14, U16/U17, og tað er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Øll lið, ið luttaka í Adidas Summar Cup, eru tryggjað minst 4 dystir á 15 min.

Dómarar og leikarar úr Effo deildini døma allar finalu dystirnar.

Á hvørjum liði kunnu vera fylgjandi tal av leikarum:

U6 og U8: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

U10 og U12: 5 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

U14 og U16/U17: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

Tilmelding og kostnaður

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 150,00. Við í prísinum er:

●     Adidas Summar Cup T-shirt

●     Luttøkuskjal

●     Liðmynd

●     Frukt, sunkist og sandwich

●     Ókeypis armband til event umráðið og Svimjihøllina í Gundadali

Allir luttakarar í kappingini fáa avsláttur á 20% á gaggur, skinnarar og fótbóltar hjá Thomas Dam Intersport í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum.

Tilmeldingin byrjar 26. mai 2014 og heldur fram til 1. juli 2014. Tilmelding og gjald fer fram her og er bindandi*.

Øll lið skulu hava t-shirts við nummar á.

Eru spurningar ella ivamál í samband við tilmeldingina er møguleiki at seta seg í samband við fyriskiparan, Andrass Thomsen, á tlf. 73 74 25 ella [email protected].

Vinningar

Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp og atgongumerkir til ein landsdyst í heyst, meðan bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir. Vinningur verður eisini latin til tað liðið, ið skorar flest mál í hvørjum aldursbólki.

Aftrat hesum verður eisini besti leikari valdur í hvørjum aldursbólki og hesin fær steyp til ognar.

Lutakast er millum øll liðini, ið luttaka í kappingini um góðar vinningar, m.a. ein ókeypis tivoli dag 27. juli á Skálatrøð.

Event økið

Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Allir luttakarar kappingini fáa eitt ókeypis armband, ið gevur møguleika at vitja event økið.

Í event økinum verður møguleiki at prøva streetfótbólt, blindafótbólt, hoppiborgir, FIFA 14 og nógv annað stuttligt. Eisini er møguleiki at svimja ókeypis í Svimjihølllini í Gundadali.

Aftrat hesum verður eisini skipað fyri FM í straffi, har málverjar úr Effo deildini fara at verja málið. Vinnarin fær steyp og eina serliga t-shirt, ið prógvar, at hesin hevur vunnið FM í straffi.

Í event umráðnum verður café, har møguleiki verður at taka sær av løttum og keypa okkurt gott at eta og drekka.

Systkin, vinir og onnur, ið ikki luttaka í kappingini kunnu keypa atgongd til event økið fyri 50 kr., meðan vaksin hava ókeypis atgongd.

Systkinaarmbond kunnu keypast her og á staðnum.

Gisting

Møguleiki er hjá feløgum at bíleggja gisting. Nærri kunning fæst um hetta við at ringja til yriskiparan, Andrass Thomsen, á tlf. 73 74 25.

Stuðla kappingina hava FSF, Tórshavnar Kommuna, Aquadora, Føroya Bjór og Samskip.

* Minimum trý lið skulu vera í hvørjum aldursbólkið.