Í Fløtugerð í Fuglafirði høvdu fuglfirðingar væntað eitt betri úrslit móti Víkingi enn 3-1, hóast teir liggja á øðrum plássi í Effo-deildini og ÍF á einum sætta plássi. Orsøkin til bjartskygni hjá ÍF-stuðlum mundi vera, at vanliga spæla hesi liðini mangan rættiliga javnar dystir bæði í Fuglafirði og í Gøtu.
Víkingaliðið byrjaði betur, høvdu meira bóltin ta fyrstu tíðina spælt varð og so høvdu teir hepni við sær. Tað vóru ikki meira enn 4 min. spældir, tá ið Víkingur fekk sítt fyrsta mál, eftir trunkaspæl framman fyri ÍF málið.
Tá ið 15 min. vórðu spældir fekk Víkingur brotsspark, ið teir megnaðu at seta trygt í málið til støðuna 2-0. Mong hildu Víking fáa brotssaparkið “forerað”, men tað nyttar so lítið, hvar onnur siga, dómarin tekur avgerðina.
Tá ið farið varð til hálvleiks var støðan 3- 0, Philip skeyt triðja málið fyri Víking. Karl Løkin var so óheppin at fáa tvey gul kort, so hann varð vístur av vøllinum.
Var støðan hættislig hjá ÍF-liðnum, so gjørdist hon ikki betri við at missa ein so raskan og ágrýtnan spælara, hugsaðu mong, men so løgið tað ljóðar, so skjótt sum annar hálvleikur byrjaði, vísti ÍF-liðið seg aftur sum eitt vælleikandi lið, ið hevði gott tak á dystinum, ið spældi seg til fleiri málmøguleikar, har tað so einaferð eydnaðist liðnum at fáa mál.
Víkingaliðið stríddist alla tíðina spælt varð, og hevði liðið fleiri málmøguleikar, men illa gekst at raka málið, og ta ferðina tað eydnaðist, megnaði málmaður ÍF´s Tóri at bjarga.
Hesaferð spældi ÍF-liðið ein vánaligan fyrra hálvleik, meðan liðið spældi sera væl seinna hálvleik, ja høvdu til tíðir yvirvág í spæli, hóast teir bert høvdu 10 spælarar.
Hvat er orsøkin til, at ÍF-liðið er so ójavnt ?
Kann einki gerast við hetta ?
Hetta verður helst ein av høvuðsspurningunum hjá venjarum og spælararum innan næsta dyst – og vónandi verður trupulleikin loystur – so vit síggja tað sama liðið aftur, sum vann 4-2 á oddaliðnum KÍ í Klaksvík til næsta dyst.
Góða eydnu !

Signar