Print Friendly, PDF & Email

Fáir áskoðarar vóru í Gundadali í dag, tá ið B-36 og ÍF spældu.

Mong vóru tey, ið høvdu væntað ein javnan dyst, sum so mangan áður, men so bleiv ikki, ÍF-liðið varð so avhølvað heili 4-1.

B-36 liðið hevði meira bóltin í fyrra hálvleiki og kom til nakrar kjansir, ið ikki kastaðu av sær. Verjan hjá ÍF vardi væl, og málmaðurin Elias hevði ein góðan dag.

Besta málmøguleika hevði ÍF, tá ið Laval fekk ein upplagdan kjans at seta bóltin í málið, men ístaðin valdi hann at spæla solo, ið bar í sær, at B-36 liðið fekk bóltin og kundi fara í álop. Tá ið spælara ikki taka av slíkum møguleikum, gerst spælið mangan tungt og strævið, og soleiðis varð hesaferð eisini.

Hálvleiksstøðan endaði uttan nakað mál.

So skjótt seinni hálvleikur varð bríkslaður í gongd vísti B-36 liðið seg sum eitt ágrýtið lið, ið var so nógv grammari enn ÍF-liðið. Verjuparturin á ÍF-liðnum riggaði illa. Mong mistøk vóru gjørd, ið B36 liðið gjørdi sær dælt av, og tá ið einir tveir minuttir vóru spældir eydnaðist B36 at fáa fyrsta málið.

ÍF liðið varð skelkað av misskiljingum í verjuni. Men vánaliga vejuspælið helt fram og stutt eftir fekk B36 sítt næsta mál og so tað triðja, og tað sá út sum ÍF liðið einki megnaði og var um at geva upp.

B36 átti dystin og fingu sítt fjórða mál. Eitt satt skrædl fyri fuglfirðingar.

Men eftir fjórða málið fekk ÍF-liðið nøkur góð álop í gongd, ið vóru um at geva mál, men heldur ikki meira enn tað.

Tveir nýggir spælarar komu inn á ÍF-liðið Jóhan, Hanus og Leivur, tá ið umleið helvtin av seinna hálvleiki varð spældur.

Móti dystarenda eydnaðist tað ÍF at fáa eitt fríspark nakað uttanfyri 16-meturin. Leivur Joensen varð valdur at skjóta tað. Og mín sann eydnaðist honum at seta bóltin trygt og vakurt í málið, so støðan gjørdist 4-1,ið bleiv endaliga støðan.

Í B36 blaðnum verður ÍF-liðið kallað RUTSJIBANIN í Fuglafirði, tí liðið er so ójavnt. Vit kunnu bert ásanna, at ÍF-liðið er ójavnt, og hava ilt við at skilja, at eingin broyting er at hóma, og tað sama endurtekur seg.

Næsti dystur verður í Fuglafirði, og tá hevur tað stóran týdning at stuðla okkara liði, so tað kemur úr aldudalinum og upp á alduryggin aftur.

 

Signar