Málmaðurin hevði ein branddyst.

AB – liðið hevði nógv at stríðast fyri. Vann liðið í dag, so vórðu teir vissir í, at teirra lið helt fram i bestu deildini komandi kappingarár.
ÍF – liðið er tryggjað at verða í bestu deildini komandi ár, so liðið hevði ikki so nógv at spæla fyri.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, vístu bæði liðini, at tey spældu fyri at vinna og løgdi nógv fyri.
Longu tá ið 6 min. vóru leiktir, legði AB seg á odda við einum sera vøkrum málið.
AB – leikararnir høvdu ikki fingið armarnar niðuraftur, tá ið Andi við sínum skjótleika eydnaðist at javna fyri ÍF.
Liðini stríddust nógv fyri at fáa sigursmálið í fyrra hálvleiki og javnt leikaði á. Men AB – liðið var hepnari, tí beint áðrenn hálvleik, eydnaðist AB at fáa næsta málið, so hálvleiksstøðan gjørdist 2 -1 til AB.
Bæði liðini høvdu fleiri møguleikar at fáa mál, men málmenninir hjá báðum liðunum royndust sera væl.
Ungi ÍF – málmaðurin prógvaði aftur í dag, at maður kemur í mans stað.
Hann hevði fleiri góðar bjargingar, har ein var fram úr góð, ið prógvaðu, hvussu góð evnir hann hevur sum málmaður. Jù, sanniliga eiga vit fólk at seta við.
ÍF – liðið hevði eisini fleiri møguleikar at fáa mál, men AB – málmaðurin hevði nógvar frálíkar bjargingar í fyrra hálvleiki.
So skjótt seinni hálvleikur var byrjaður, vísti ÍF – liðið seg frá síni bestu síðu.
Spælið var vakurt og væl skipað, ja mangan var tað ein frøi fyri eygað, at síggja, hvussu væl okkara lið kann spæla, og vit høvdu hug at spyrja, hví okkara lið ikki liggur nógv longri uppi á stigatalvuni.
Álopini móti AB – málinum vóru mong, og so einaferð eydnaðist tað ágrýtna leikaranum Dánjali at smekka bóltin í netið til støðuna 2 – 2, eftir væl skipaðum álopi, har allir leikarar gjørdu sítt besta.
Frægi álopsleikarin Clayton varð skiftur út nakað út í seinna hálvleik. Hann spældi ein sera góðan dyst og gjørdi sítt til fræga úrslitið vit fingu í dag.
Lavall kom inn í hansara stað
Taka vit samanum, so kunna vit staðfesta, at okkara lið sigldi við fullari skrúvu allar 90 minuttirnar.
Nú eru bert tveir dystir eftir í hesum kappingarári, teir eru móti FC – Suðuroy í Vági, síðani móti B – 36 í Fuglafirði.
Eitt skilafólk helt fyri, at ÍF átti at skipa so fyri, at bussur koyrdi ÍF – viðhaldsfólkið til dystirnar, ið lógu aðrastaðni enn í Fuglafirði, ið tey so sjálv rindaðu fyri.
Hetta kundi verðið roynt, nú liðið skal til Suðuroyar at spæla. Bussurin kundi koyrt viðhaldsfólkið til Havnar og so aftur úr Havn.
Suðuroyggin er vøkur og suðuroyingar eru altíð blíðir at vitja.
Vónandi verða tað mong, ið fara til næsta dystin í Vági.

Signar.