Print Friendly, PDF & Email

At sleppa ar taka lut í altjóða fótbóltskappingum er mennandi fyri eitthvørt lið. Fuglfirðingar høvdu fyrireikað seg væl til fyrra dystin í Finnlandi, men taptu tíverri við einum máli.
Ætlanin var sjálvandi at vinna heimadystin á MyPa, men tað eydnaðist tíverrri ikki, okkara lið megnaði at spæla javnleik 0 – 0, og sostatt heldur okkara lið ikki fram í kappingini á hesum sinni.
ÍF – liðið spældi væl í dag, og hvør einasti spælari gjørdi sítt besta fyri at sigra. Sjáldan hava vit sæð liðið so ágrýtið sum hesaferð, og munur var eingin á liðunum.
Fyrra hálvleik høvdu finnlendingar yvirvág í spæli, meðan okkara menn áttu seinna hálvleik, og vóru teir eitt sindur hepnari, so skuldu teir havt fingið okkurt málið. Spælið varð væl skipað og væl gjøgnumhugsað.
Finnlendingar høvdu nakrar møguleikat at fáa mál, men tær fáu ferðirnar teimum eydnaðist at koma inn um verju okkara, syrgdi okkara frálíki málmaður Jákup Mikkelsen fyri, at bólturin ongantíð náddi inn til meskarnar.
Nakrar broytingar vórðu gjørdar á liðnum hesaferð. Clayton og Dánjal vóru ikki við, og í teirrasa stað vóru Kristoffur og Bogi R., ið megnaðu uppgávuna væl, tá ið vit hava í huga, hvussu stutta tíð, teir hava havt at vant seg til nýggju uppgávurnar.
Áki var heldur ikki við, og í hansara stað spældi Leivur. Leivur hevur drúgvar royndir sum verjuspælari í høgru síðu, og tað megnaði hann væl í dag.Saman við Pouli, Bartali og Jan høvdu vit eina trygga verju. Miðvøllurin, við Høgna Z., Nenad, Karl L. og Ari, Frank og Levi J. riggaði væl.
ÍF – liðið hevur uttan iva lært nógv av slíkum dystum. Krøvini eru sera stór til hvønn einstakan spælara, tá ið tað snýr seg um kvikleika, teknik o.a.
Umleið 230 áskoðarar vóru til dystin, meginparturin fuglfirðingar, ið stuðlaðu ÍF – liðnum væl, og flest allir vóru væl nøgdir við úrslitið, hóast allir vildu ynskt, at okkara lið skuldi havt vunnið í dag.

Signar