Print Friendly, PDF & Email

Í hesum próvtøku tíðum, hevur FSF eisini havt próvtøkur. Í hesum sambandið hevur høvuðsvenjarin hjá Effoliðnum hjá okkum, Albert Ellefsen, verið til próvtøku. Hann hevur í eini 2 ár gingið til A-venjaraskeiðið, og í gjárkvøldið var próvtøkan. Próvdómararnir eru ikki ókendir í fótbóltsheiminum. Bjørn Krogh og Pauli Poulsen vóru próvdómarar hjá Albert, og fekk hann sera góð skoðsmál.

Vit ynskja Albert hjartaliga tilukku við A-venjara útbúgvingini.

KOYR Á, ÍF!!