Um umleið 5 vikur verður Effodeildin skotin í gongd, tá okkara menn skulu spæla móti nýggja Suðuroyarliðnum á útivølli við Stórá í Trongisvági.

Hetta merkir eisini, at fyrireikingarnar til komandi ár eru komnar væl áleiðis, og í dag hevur ein av royndastu leikarunum í Føroyum sett sítt navn á ein sáttmála, ið er galdandi fyri 2017.

35 ára gamli Alex José dos Santos, sum spældi næstflestar minuttir fyri okkara menn í fjør, verður aftur at síggja í reyða ÍF búnanum í ár. Alex, ið hevur spælt tilsamans 308 dystir í fremstu deildini, spældi tilsamans 27 dystir fyri okkum í fjør og skeyt eitt mál.

Vit ynskja Alex tillukku við sáttmálanum, og gleða okkum til komandi ár.

 

Koyr á, ÍF!