Í Mentanarhúsinum í dag varð nýggja avtala undirskrivað við Aleksandar Jovevic, ella Alex, ið hann vanliga verður kallaður. Nýggja avtalan inniber, at hann kemur at halda fram í leiklutinum sum ungdómssamskipari, men komandi 2 árini kemur hann eisini at verða venjari hjá U18 og 2. deild monnum, umframt at hann verður annar av hjálparvenjarunum hjá Alberti Ellefsen á Effoliðnum. Nýggja avtalan merkir eisini, at hann ikki verður partur av leikarahópinum komandi ár.

Alex hevur verið ungdómssamskipari hjá okkum í 2 ár, og virkar hann eisini sum ráðgevi hjá hinum venjarunum. Hann hevur tikið A-venjaraskeiðið hjá FSF, sum er hægsta venjaraútbúgving, ein kann taka í Føroyum. Endamálið við at hava Alex í hesum leikluti er at menna okkara egnu leikarar so mikið, at teir kunnu koma inn á okkara fremsta lið.

Vit eru sostatt sera glað fyri, at vit kunnu boða frá, at Alex verður hjá okkum komandi 2 árini.