Í vikuskiftinum kom avtala í lag við ein nýggjan áleypara. 27 ára gamli Adeola Runsewe, sum er úr Nigeria, hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2017.
Adeola, ella bara Ade,hevur roynt seg í donsku superliguni, 1. og 2. deild, har hann hevur umboðað FC Midtjylland, Skive, Vendsyssel, Silkeborg og HB Køge. Har afturat hevur hann verið í Svøríki, har hann umboðaði Trelleborgs FF eitt tíðarskeið. Ade spælir á framrættaðu plássunum, og røkir bæði vongplássini, umframt at hann eisini hevur ryndir sum fremsti maður.

Ade verður lýstur sum ein skjótur, sterkur og tekniskur leikari, sum við royndum frá hægsta stigi í Danmark, óivað kemur at styrkja um liðið hjá okkum.

Vit skulu ynskja Ade hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og bjóða honum vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.

Koyr á, ÍF!