Við greiðum sigri á 07 Vestur í dag hevur okkara 2. deildar lið veruliga blandað seg í oddastríðið í kappingini. Kappingin byrjaði við einum 5-0 ósigri í Trongisvági móti Royn, men síðan tá hevur liðið vunnið 5 dystir upp í slag.

Dysturin í dag tóktist at ganga javnt á, tí í hálvleikinum var støðan 0-0. Í seinna hálvleiki vístu okkara menn, at knotur eru í teimum, tí teir vunnu ikki minni enn 4-0. Málskjúttarnir vóru 17 ára gamli Jóhan Petersen, og so “the grand old man” Bartal Eliasen, ið fingu hvør síni tvey mál. Við sigrinum í dag spældu teir seg upp á 15 stig fyri 6 dystir, og sigur málúrtøkan 25-9.
Liðið, sum spældi í dag, var mannað soleiðis: Ken Bærentsen, Gunnar Christiansen, Áki Petersen, Fridleivur Joensen, Jan N. Olsen, Nenad Saric, Andrias Poulsen, Arnold Kristiansen, Sámal Joensen, Jóhan Petersen og Bartal Eliasen. Á beinkinum vóru Dávid Kjeld, Jákup N. Olsen og Benjamin Simonsen.

Hagtølini síðan 2010 siga, at at liðið tíverri ikki hevur staðið seg væl.
2010: Nr 8 við 14 stigum.
2011: Nr 9 við 17 stigum.
2012: Nr 7 við 18 stigum

2013: Nr 6 við 23 stigum
2014: Nr 8 við 19 stigum

2015: Nr 7 við 20 stigum

Myndin er tikin eftir dystin í dag.
Vit skulu ynskja 2. deild tillukku við sigrinum, og framhaldandi góða eydnu við kappingarárinum.

 

Koyr á, ÍF!