Góðu fjepparar.

Jólini nærkast og til hesa høgtíð hoyra yvirraskilsir til.
Vit vilja við hesum geva tykkum fyrstu jólagávuna í ár.

Sum tit øll vita, hava vit arbeitt av øllum alvi við at fáa hópin til 2015 uppá pláss. Vit hava í ár sagt farvæl við leikarar sum Boga Løkin, Karl Løkin, Boga Reinert- Petersen og Jákup Mikkelsen.
Eisini Ari var á veg til HB, men, men…. Í fótbólti er einki liðugt, fyrr enn alt er liðugt og tískil kunngera vit, at Ari Ellingsgaard fyri nøkrum tímum síðani avgjørdi, at hann spælir ikki í svørtum og reyðum komandi ár men í reyðum og hvítum. Ari er sostatt enn ÍF -ari og tað so dyggiliga og heimavøllur hansara er enn sum áður í Fløtugerði í Fuglafirði.

Takk fyri Ari og hjartaliga vælafturkomin. Tað eru garpar sum tú, sum eru við til at seta trendin fyri felagsskapinum.