18 ára gamli Arnold Kristiansen, ið longu hevur fingið sínar fyrstu minuttir í Effo deildin og Europa League, verður eisini partur av besta liðnum komandi ár. Arnold er 18 ár, og spælir á framrættaða miðvøllinum, har hann longu hevur fingið sínar fyrstu dystir á besta liðnum. Arnold hevur fyri tað mesta spælt við U18 hjá Víkingi og 2. deild her hjá okkum, har hann var deildur toppskjútti, í meðan hann var ein eyðsýndur leikari á U18 liðnum hjá Víkingi.

Vónirnar til unga leikaran eru góðar, og kunnu vit tí gleðast um, at hann hevur longt sáttmálan.

Vit ynskja Arnold tilukku við nýggja sáttmálanum