Sum lovað, so eru vit fyrst við tíðindunum, tá tað viðvíkur okkum. Í kvøld kunnu vit so avdúka, at ímyndin av ÍF tey síðstu nógvu árini, Bartal Eliasen, hevur skrivað undir sáttmála, sum inniber, at krútsterki miðverjin heldur fram í reyða búnanum í ár.
Bartal situr á flest øllum metum hjá okkum. 370 dystir hevur hann spælt í øllum kappingum, skotið 98 mál, fingið 108 gul kort og 9 reyð, so talan er um eitt veruligt ÍF hjarta, sum heldur fram í barndómsfelagnum.

Vit ynskja Bartal tilukku við sáttmálanum, og gleða okkum til komandi kappingarár.

KOYR Á, ÍF!!

Fylg við if.fo um tíðindi um ÍF