Print Friendly, PDF & Email

Eftir at avdúkingarnar til komandi ár høvdu verið, bleiv ársins leikari valdur. Felags fyri leikararnar, ið blivu nr 1, 2 og 3 er, at allir hava verið í topp 3 fyrr.

Nummar 3 við 61 stigum bleiv varaliðskiparin Frank Poulsen. Raski miðvallarin, sum eisini hevur passað onnur pláss á vøllinum, spældi í ár 22 dystir í Effo deildini.

Nummar 2 við gjørdis Poul N. Mikkelsen við 148 stigum. Poul spældi allar 90 minuttirnar 24 ferðir í ár, og endurvann hann sostatt heitið frá í fjør, tá hann, saman við pápanum, gjørdist nummar 2 í kappingini sum ársins ÍF’ari.

Ársins leikari á Effo liðnum hjá okkum gjørdist aftur í ár Clayton Soares. Clayton fekk 227 stig. Fryntligi brasiliumaðurin, sum eisini varð ársins ÍF’ari í 2012 spældi 24 dystir, skeyt 6 mál, umframt at hann hevði næst síðsta fót á 4 av málunum hjá okkum í ár.

Vit skulu nýta høvið at ynskja Frank, Poul og Clayton tillukku við heiðrunum.

 

Fylgið við á if.fo, har vit koma at avdúka alt, ið hevur við felagið at gera.

 

KOYR Á, ÍF!