Ársveitsla er í Mentanarhúsinum, og eins onnur ár, eru ársins leikari og ársins fjeppari valdur.

Nummar 3 til ársins leikara er liðskiparin Jan Ó. Ellingsgaard valdur. Jan hevur spælt á nýggjum plássið í ár, umframt at hetta var hansara fyrsta ár sum liðskipari. Jan spældi 23 dystir í ár, skeyt tvey mál og fekk eitt gult kort.

Á øðrum plássið valdu gestirnir Kristoffur Jakobsen. Kristoffur var við í øllum dystunum uttan einum, sum hann var leikbannaður í. Klaksvíkingurin hevur verið ein drívmegi á miðvøllinum í ár.

Ársins leikari er yndis brasiliumaðurin hjá okkun: Clayton Soares. Clayton spældi 26 dystir, skeyt 5 mál og hevði fleiri upplegg. Clayton hevur verið við okkum í 5 ár, og hevur verið í topp 3, tá ársins leikari hevur verið valdur øll árini, umframt at hann var ársins leikari í Føroyum í 2012.

Ársins fjeppari í ár bleiv Tordis Thomsen.

 

Tillukku til tykkum øll.