Print Friendly, PDF & Email

 

BartalSum kunnugt, so eru ársveitsla í Mentanarhúsinum í kvøld. Sum siður er, verða ársins leikarar hjá kvinnum og monnum valdir.

Kvinnuliðið hevur verið í samstarvi við Víking í ár, og her koma óivað at verða tvær atkvøðugreiðslur at verða. Okkara veitslugestir valdu Kristinu F. Obradovic sum nummar 3, Sigrid Petersen sum nummar 2 og ársins kvinnu leikari 2014 bleiv eingin onnur enn Marta S. Thomsen. Kristina er 17 ár, og hevur spælt 8 dystir og skotið 1 mál fyri felagsliðið, umframt teir 4 U19 landsdystirnar, hon hevur spælt í ár. 26 ára gamla Sigrid hevur spælt 15 dystir og var við í landsliðshitanum í 2014, umframt at hon eisini er skrivari hjá felagnum. Marta S. Thomsen hevur roynst sera væl á liðnum í ár, har hon hevur spælt 22 dystir og skotið eitt mál. Afturat tí, so hevur Marta eisin spælt 12 landsdystir fyri U17 og U19 landsliðini.

Ítróttarliga flaggskipið hjá felagnum er besta mansliðið hjá okkum. Har bleiv ársins leikari eisini valdur. Heldur óvanligt, so var javnleikur um 2. og 3. pláss, men hesi steypini koma ikki at standa so langt frá hvørjum øðrum. Talan er nevniliga um feðgarnar, Jákup og Poul N. Mikkelsen, ið endaðu við ein nógvum atkvøðum. Teir báðir kunnu avgera innanhýsis, hvør er nummar 2 og hvør bleiv nummar 3. 44 ára gamla málmanslegendan hevur enn einaferð verið okkum ein góður síðsti skansi, og hevur hann í ár spælt 21 dystir í effodeildini. Poul var fastur maður í miðverjuni inn til hann fekk ein skaða, sum gjørdi, at hann misti nakrar dystir, men hann spældi hóast alt 19 dystir. Fjeppararnir hava verið sera væl nøgdir við bæði Poul og Jákup, og er atkvøðugreiðslan í kvøld eitt greitt tekin um tað. Poul hevur so eisini valt at longt sáttmálan, og eru vit sera takksom fyri tað.

Eftir er so bert at avdúka, hvør bleiv ársins ÍF’ari hjá monnum 2014. Talan er um eina sanna ÍF legendu, sum setir met, hvørja ferð hann fer í reyðu ÍF blusuna. Við sínum 354 dystum og 72 málum í fremstu mansdeilini fyri okkum og GÍ, er talan um ein tann royndasta leikaran í deildini. Ársins ÍF’ari hjá monnum 2014 er Mr. ÍF, Bartal Eliasen. Bartal hevur spælt 25 dystir í ár og skotið 4 mál!

 

Vit ynskja Kristinu, Sigrid, Martu, Jákup, Poul og Bartal tilukku við heiðrunum.

Bartal Eliasen – andlitsmynd