Print Friendly, PDF & Email

Ársins næstseinasti venjingar dystur var spældur í gjárkvøldið við Løkin í Runavík. Dysturin varð spældur við øðrvísi skipan, tí at hvør hálvleikur var 60 minuttir, so dysturin tilsamans bleiv 2 tímar langur.
Liðið hjá okkum var mannað av hesum 11 í fyrra hálvleiki: Predrag, Leivur, Poul, Bartal, Frank, Fritleif, Sjúrður, Ari, Dánjal, Andy og Adeshina. Hálvleiksstøðan var 1-0 til okkum, og skjeyt Lawal málið, sum samstundis var hansara fyrsta mál fyri ÍF. Alex sigur, at hann var væl nøgdur við fyrra hálvleik, tí hann sær úrslit av venjingum, har bæði taktiski og fysiski parturin er við at verða har, sum hann skal vera.
Í seinna hálvleiki spældu hesir: Predrag, Dánjal Pauli, John Daniel, Margeir, Jan, André, Kristoffur, Jákup Oluf, Andrias, Arnold og Pól Magnus. Hallgrím meldaði avboð vegna sjúku. Tá 20 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fór Jákup Oluf skaddur av vøllinum, og í hansara stað kom Regin Didriksen. Tíggju minuttir seinni noyddist Arnold av vøllinum við skaða, so síðsta hálva tíman spældu okkara menn 10 móti 11. Okkara menn góvust tó ikki so, og endaði dysturin við 2-0 sigri. Seinna málið skeyt Kristoffur.
Alex tók samanum seinna hálvleik, við at rósa leikarum fyri hugburð og stríðsvilja, og serliga teir ungu leikararnir vístu góðan anda, og smæddust ikki burtur í millum.
Ársins síðsti vinardystur verður leiktur á Skála leygarkvøldið kl 19.

Fylgið við if.fo, um tíðindi, sum víðvíkur okkum.

KOYR Á, ÍF!